Hetta hava tey bíðað eftir í fleiri ár

Tørvurin er stórur, men umstøður hava ikki verið til tað fyrr enn nú

Eyðstein Jacobsen er deildarleiðari og Birita Johansen er starvsfólk. Her eru tey við einum verki, Vígdis Sigmundsdóttir hevur gjørt úr endurnýtslutilfari

Í gjár var móttøka í Salt á Drelnesi í sambandi við, at Dugni nú eisini hevur latið eina deild upp í Suðuroy. Endamálið er at halda fólk við skerdum førleikum, virkin við ymsum arbeiði. Endamálið er eisini at førleikamenna tey, til at finna eina hóskandi útbúgving og eitt hóskandi arbeiði, so at tey kunnu klára seg sjálvi.

 

##med2#3

 

Tað verður pláss fyri 12 fólkum hjá Dugna í Suðuroy og tey hava longu lagt til brots, tí tey fyrstu eru farin til arbeiðis.

 

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum, segði á móttøkuni, at talan er bæði um ung fólk, sum hava ringt við at fáa arbeiði, ella sum hava ringt við at varðveita eitt arbeiði. Men talan er eisini um fólk, hava byrjandi demens, sclerosu og parkinson, og sum ikki longur kunnu at vera á vanliga arbeiðsmarknaðinum.

 

##med3##

 

Jórun Gardar, forkvinna í stýrinum fyri Dugna, segði, at hetta er ein varði í søguni hjá Dugna. At lata eina deild upp í Suðuroy, er ein ætlan, tey hava havt í nógv ár, men tað er ikki fyrr enn nú, at umstøðurnar hava verið til tað

 

Stjórin á Dugna, Hedvig Johansdóttir, sigur, at umstøðurnar í Suðuroy eru einastandandi. Tey hava avtalu við Vágs Býráð um høli í gamla Sev-húsinum mitt í Vági, og tey hava avtalu við Tvøroyrar Býráð um høli í býráðshúsinum á Tvøroyri – og hølini eru ókeypis.

 

##med4##

 

Tey hava eisini avtalu við Salt á Drelnesi um arbeiða har, og uttan fyri Salt hava tey eisini eitt verkstað, har tey virka alskyns lutir til úr ymsum tilfari, sum tey endurnýta.

 

Somuleiðis hava tey avtalu við Ítróttarháskúlan í Vági um ymsar arbeiðsuppgávur har og sum frá líður er endamálið eisini at fáa ein handil við alskyns brúktum lutum. Yvirhøvur siga tey, at vælvildin hevur verið stór, bæði frá kommunum, virkjum og einstaklingum.

 

Eyðstein Jacobsen er deildarleiðari og Birita Johansen er starvsfólk. Her eru tey við einum verki, Vígdis Sigmundsdóttir hevur gjørt úr endurnýtslutilfari

Elsebet Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum, fekk eina mjúka pútu, sum Brikolasj á Tvøroyri hevur gjørt úr brúktum tilfari

Landsstýriskvinnan í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir og Sirið Stenberg, tingkvinna, stungu høvdini saman á móttøkuni hjá Dugna

Tað var væl av fólki á móttøku hjá Dugna