Hetta hava tey í Kaldbak bíðað eftir í nógv ár

Men nú er tað fyrsta stigið tikið, so nú er ein loysn í eygsjón

Nú er fyrsta stigið tikið til at fáa eina fimleikarhøll í Kaldbak.

Tey í Kaldbk hava ynskt sær eina fimleikarhøll í nógv ár, men tað hevur ongantíð borið til.

Tað eru eini 10 ár síðani, at Kaldbaksnevndin setti fram ynski um at fáa eina fimleikahøll í Kaldbak, sum eisini kann brúkast til ítrótt, ítriv og sum borgarahús.

Men enn er einki hent, hóast býráðið hevur viðgjørt tað fleiri ferðir, og hóast fólk í Kaldbak eisini hava rykt eftir tí.

Men ein stór forðing hevur verið, at tað hevur gingið so strilti at fáa eitt stykki til endamálið.

– Vit hava togast um lendi við festara og myndugleikar í nógv ár, men tað hevur ikki bragdað fyrr enn nú, segði Gunvør Balle, forkvinna í mentanarnevndini hjá Tórshavnar Býráð.

Tískil  hevur býráðið nú samtykt at keypa stykkið til endamálið, og tað verður upp at skúlanum í bygdini.

Sostatt fær kommunan nú eitt stykki upp á 1.000 fermetra fyri 135.000 krónir.

Ein avleiðing er, at festarin missur gott dyrkilendi, men tað fær hann endurgjald fyri, so tilsamans verður kostnaðurin 180.000 krónur.

Býráðslimir siga, at sostatt er Kaldbak seinasta bygdin í kommununi, sum fær eitt felagshús og tey ætla í holt við arbeiðið sum skjótast.