Hetta hava vit ikki tjent pengar upp á

Vit hava roynt, men vit hava ikki fingið tað at rigga, sigur Hanus Hansen

##med2##

 

Hetta hevur ikki loyst seg serliga væl og sum oftast hevur tað givið hall. Tað sigur Hanus Hansen, reiðari á Næraberg, í tíðindunum á FM1. Tí hava tey nú gjørt av at selja Næraber til Pólands.

 

Hann sigur, at ta einu tíðina sá tað heilt spennandi út, men so skramblaði alt saman aftur. Men hann sigur, at tað hevur spennandi, og hóast tey hava roynt og roynt, fáa tey tað ikki at bera til.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr Hanus Hansen greiða frá, hví tey nú hava gjørt av at selja Næraberg.