Hetta havi eg ikki upplivað fyrr

Vónandi verður ikki neyðugt at fáa Løgtingið at leggja upp í fyri at enda verkfallið hjá ljósmøðrunum, sigur landsstýriskvinnan

Vit mugu bara staðfesta, at nú hava ljósmøðurnar vraka tvey semingsuppskot – og eg havi eg upplivað tað fyrr, at ein fakfelag hevur vrakað tvey semingsuppskot.

 

Tað sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, nú ljósmøðurnar  vrakaðu enn eitt semingsuppskot nú á miðdegi. Sostatt heldur verkfallið fram og samstundis er tað greitt, at nú verða eingi undantøk givin longur.

 

 

Tað er Kristina Háfoss, sum hevur ábyrgdina av samráðingunum fyri Landsstýrið og hon sigur, at nú mugu vit so bara ásanna, at verkfallið heldur fram.

 

Bæði Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, og Jóanis Erik Køtlum, sjúkrahússtjóri, hava gjørt greitt, at hendan støðan kann ikki halda fram í nógvar dagar. Kristina Háfoss sigur, at tey í landsstýrinum fylgja neyvt við støðuni, men hon vónar ikki, at tað verður neyðugt at fáa Løgtingið at leggja upp í.

 

Tað er eitt so víðgongt stig, at tað eigur bara at vera tikið í eini neyðstøðu, sigur hon. Og hon ger eisini greitt, at fyribils verður ikki talan um at fáa Løgtingið upp í.

 

Hinvegin sigur hon, at tey í Fíggjarmálaráðnum eru altíð til reiðar at setast aftur við samráðingarborðið. Men hon sigur, at skal ein semja finnast, er neyðugt, at ljósmøðurnar slaka í sínum krøvum, tí tað eru tær, sum hava vrakað tvey semingsuppskot, har Fíggjarmálaráðið hevur góðtikið tey bæði.

 

– Í eini slíkari samráðing er tað sjálvsagt, at eingin fær øll síni krøv við í ein nýggjan sáttmála, tí talan er ikki um eitt sjálvtøkuborð, sigur Kristina Háfoss. Hon vil ikki greiða frá í smálutum, hvat tað er, sum skilur partarnar. Men hon sigur kortini, at krøvini frá ljósmøðrunum eru nógv hægri enn onnur fakfeløg hava fingið.

 

Hon sigur somuleiðis, at summi lønarkrøv hjá ljósmøðrunum eru eisini munandi hægri enn krøvini vóru hjá sjúkrarøktarfrøðingunum, tá ið tær fóru í verkfall fyrr í ár – og tær fingu serligar sømdir, tí tað varð ásannað, at lønin hjá teimum var afturúrsigld, tá ið hugsað verður um tað ábyrgd, tær hava.

 

So vilja tær hava okkum aftur til samráðingarborðið, mugu tær slaka, sigur landsstýriskvinnan í fíggjarmálum.

 

Annika Hoydal, forkvinna í ljósmøðrafelagnum, sigur, at at eitt krav frá Fíggjarmálaráðnum var, at leiðandi ljósmóðurin á Landssjúkrahúsinum skuldi ikki kunna fara í verkfall. Men Kristina Háfoss sigur, at hetta var ikki ein partur av nøkrum av semingsuppskotunum, sum Fíggjarmálaráðið góðtók.

 

 

Les eisini: Tí vrakaðu ljósmøðurnar semingsuppskotið

 

 

– Men eftir at tað seinna semingsuppskotið varð vrakað nú á miðdegi í dag, gjørdi semingsmaðurin enn eina roynd, og tá spurdu vit um tað kundi verið ein møguleiki at gjørt eina tænastumannalíknandi skipan fyri leiðandi ljósmóðurina, so at hon ikki fór í verkfall, sigur Kristina Háfoss.

 

Men tað var ikki fyrrenn eftir, at semingsuppskotið varð vrakað, endurtekur hon, og meiri kom ikki burtur úr, tí partarnir fóru hvør til sítt.