Her er eitt lítið klípi av greinunum, sum lógu á in.fo í gjár.
SheepView eydnaðist fram úr væl, bæði sum lýsingarátak og í at fáa Google StreetView til Føroya. Nú roynir Visit Faroe Islands seg aftur, men hesaferð er tað Google Translate, sum er evnið. Nú ber til hjá útlendingum at hoyra føroyingar lesa ymiskar setningar. Vónin er, at hetta lýsingarátakið skal eydnast líka væl sum SheepView, sum hevur vunnið heiðurslønir í hópatali uttanlands.
Í Vági tykist, sum onkur hevur til fragd at loysa bóltarnar á hjólunum á bilunum. Hetta kann elva til vandastøðu, um hjólið so dettur av, meðan bilurin koyrir. Í Havn var eisini ein slík fráboðan. Enn er tó óvist, um talan er um herverk ella hjólið bara ikki er spent nóg væl.
Tvey ferðsluóhapp vóru í Kollafirði. Fyrst koyrdi ein bilur út av og tá ein annar so steðgaði at hjálpa, bleiv hesin bilurin árendur. Tvey fólk vóru flutt á sjúkrahúsið við smærri snuddum.
Nú eru aftur tveir Bárður Nielsen á tingi. Bárður Kass Nielsen, sum sat á tingi fyri Jógvan Skorheim í fjør er nú komin inn sum varamaður fyri Kára P. Højgaard, sum er skurðviðgjørdur í knænum og tí sjúkrameldaður.
Orsøkin er, at samstundis sum lesandi nú skulu fáa lestrarstuðul 11 mánaðir, verður ískoyti, sum føroysk lesandi fáa í ferðastuðuli heim til Føroya, skorin. So nú verður dýrari at koma heim, umframt at tað fyri mong kanska ikki longur er neyðugt.
Fíggjarlógin var til fyrstu viðgerð í gjár. Árni Gregersen greinar gongdina í hesum filmsbrotinum.
Tvær starvssetanir vóru eisini fráboðaðar í gjár. Ingrid Joensen er sett sum leiðari í Barnaverndartænastuni á Skálafjørðinum, meðan Jens Petur Brattalíð er settur sum leiðari í nýggju marghøllini í Vági.
Nú er aftur stríð um innkomuvegin til Havnar. Annika Olsen sigur, at landið hevur svikið Havnina, nú einans 2,5 milliónir krónur eru settar av til arbeiðið á fíggjarlógini í 2018 og einki í 2019 og 2020. Vegurin fer væntandi at kosta 250 milliónir krónur.
Og uppgávurnar eru mangar hjá bjargingarfeløgunum. Í gjár mátti Rescue Lív til verka, tá ein hundur datt oman, tá menn vóru á fjalli í Nólsoy.