Tað var Kristina Toftegaard Larsen, forkvinna í mentamálanevndini hjá Fuglafjarðar kommunu, sum beyð vælkomin á tíðindafundinum týsmorgunin, sum varð fyriskipaður í Ribarhúsi í sambandi við mentanarvikuna í Fugalfirði.
Eftir at Kristina hevði sagt nøkur orð, greiddi Brynhild Næs Petersen, samskipari av mentanarvikuni, yvirskipað frá skránni og grundarlagnum undir hesum stóra tiltaki.
Ikki ávíst fokus
- Eg haldi, at tað hevur verið ótrúliga stuttligt at hava verið við til at skipa hesa mentanarviku. Hetta hevur gingið eitt sindur skjótt fyri seg. Vit hava arbeitt við tiltakinum í einar 3-4 mánaðir. Tað er heilt ótrúligt, sum fólk og felagsskapir eru spent upp á hetta, og áhugin avspeglar seg so avgjørt aftur í skránni fyri mentanarvikuna.
Brynhild Næs Petersen vísti á, at tey hava ikki lagt nakað ávíst fokus á mentanarvikuna.
- Vit hava hinvegin hugt upp á, hvat vit hava her í bygdini, og hvussu vit kunnu vit menna hetta og okkum sjálvi - hvussu kunnu vit koma hvørjum øðrum við. Slagorðið fyri mentanarvikuna er ”Livandi mentan, har vit koma hvørjum øðrum við...”.
Hon segði, at fólk í Fuglafirði skulu koma hvørjum øðrum við, tí tað er ein stór styrki, tá bygdin stendur saman, sum tey eisini hava sæð, nú arbeitt hevur verið við at skipa hesa mentanarviku.
- Eg tori ikki at siga, at hetta tiltak verður á hvørjum ári, og hvussu umfatandi tað verður eina aðru ferð.
Brynhild Næs Petersen segði, at tað hevur víst seg so nógvastaðni í bygdini, at hetta hevur verið eitt gott høvi at fingið ting av bakkastokki – at fáa hugskot til veruleika.
Hon helt eisini, at tað er ein fyrimunur fyri slík tiltøk, at Fuglafjarðar kommuna hevur yvirtikið Mentanarhúsið, og Ólavur Larsen er vorðin leiðari og fer at koyra eitt virkið mentanarlív í Fuglafirði.
- Mentanarhúsið er soleiðis ein týðandi partur av kørmunum á mentanarvikuni, sigur hon.
Troyta potentiali
Brynhild Næs Petersen sigur, at arbeiði at skipa mentanarvikuna hevur verið sum at vent hvørjum steini í fjøruni.
- Vit, sum hava verið í fjøruni og spælt sum børn, vita, at um vit geva okkum stundir og læra okkum at hyggja rundan um okkum, so síggja vit eina heilt nýggja verð, sum er at finna í fjøruni. Tað er tað, vit hava gjørt her. Vit troyta okkara potentiali, og vit bjóða øðrum við, segði Brynhild Næs Petersen á tíðindafundinum í Ribarhúsi týsmorgunin.