Tey í ungdómsfelagnum hjá Miðflokkinum eru sera vónbrotin av, at málið um sammøður varð samtykt í Løgtinginum í dag.
– Serliga eru vit vónbrotin um, at fleiri tinglimir í Sambandsflokkinum og Fólkaflokkinum vísa illoyalitet og venda avtalum í samgonguni bakið, sum tey í felagnum, Ung fyri Miðflokkin, málbera seg í eini fráboðan í dag.
– Enn einaferð verður veljarin mintur á, at tað er bara Miðflokkinum, hann kann hava álit á í kristnum málum, siga tey.
Tey vísa á, at løgmaður hevur boðað greitt frá, at hann ikki vildi góðtaka, at mál vórðu samtykt uttan um samgonguna. Men í dag gav løgmaður síni tingmanning boð um, at tað stóð teimum frítt fyri at bróta avtalur, ið tey høvdu skrivað undir upp á í samgonguskjalinum. Tey sipa til avtaluna um, at ongi mál skulu samtykkjast, uttan at samgongan er samd um tað.
– Slíkur atburður hóskar seg als ikki hjá einum samgonguleiðara, og hetta ger, at Ung fyri Miðflokkin seta álvarslig spurnartekin við, um Bárður á Steig Nielsen eigur at halda fram sum løgmaður, siga tey.
Men tey siga, at Miðflokkurin stendur nú við tí veruleika, at málið um sammóður er samtykt, og tað var onki, ið flokkurin kundi gera fyri at forða fyri tí. So tann politiski veruleikin gongur víðari. Nú má flokkurin fáa greiði á, um hann kann hava álit á sínum samstarvsfeløgum, siga tey ungu fyri Miðflokkin.
– Enn eru tað nógv mál, ið Miðflokkurin vil fáa avgreitt. Vit eru sannførd um, at samgongan hevur eina skyldu mótvegis sínum veljarum at royna at gjøgnumføra ein politikk, ið er til gagns fyri okkara land, siga tey.
– Ung fyri Miðflokkin vilja tí eggja pørtunum í samgonguni til at hittast á fundi og gera eina roynd at skipa samgonguna av nýggjum og at hyggja frameftir. Men ber tað ikki til, er einasta loysn at útskriva eitt nýval, siga tey.