Hetta iðrar Høgni Hoydal seg um

Hetta eru mál, sum skuldu havt eydnast betur undir seinastu samgongu, sigur hann

 

Vit gjørdu nógv, men sjálvandi var tað eisini nógv, sum ikki var nóg gott. Tað hugleiddi Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi um, at flokstinginum hjá flokkinum í gjár.

Hann helt, at undanfarna samgonga hevði ein langan avrikslista, men at tað eru eisini nøkur mál, sum hann harmast um, at tey ikki fingu gjørt meiri við.

Her eru níggju mál, sum hann heldur, at undanfarna samgonga átti at havt eina hepnari hond við, og ovast av teimum er tann nýggja fiskivinnuskipanin.

– Vit skuldu sjálvsagt havt umsitið fiskivinnumál nógv effektivari og greiðari – og ikki latið so nógvar fløkjur komið í – og latið okkum kýsta í verjustøðu allatíðina.

Les eisini: Vit skulu reisa okkum aftur

­– Vit skuldu havt komið longur við at rætta lønarmunir í føroyska samfelagnum – serliga hjá teimum fakbólkum, sum í mestan mun eru kvinnustørv.

– Vit skuldu havt tikið hond um byggigølurnar hjá landinum. Hóast tær byrjaðu undir undanfarnu samgongum, var tað okkara uppgáva at  handla effektivari at fyri at loysa tær.

Les eisini: Tað eru altíð tey somu sum fáa rokningina

– Vit skuldu havt fingið semju um eina heildarætlan fyri vegir og tunlar, so tað ikki verður eitt partapolitiskt mál á hvørjum vali, hvussu alt landið skal bindast saman.

– Vit skulu verið komin nógv longri fram á leið við grønari umlegging, náttúruvernd og burðardyggum loysnum á øllum økjum.

– Vit skuldu havt gjørt størri íløgur í mentan og list og savnsvirksemið kring landið.

– Vit skuldu havt rokkið fleiri málum á fullveldisleið.

– Vit skuldu ikki havt latið nógv rumbulsmál í tinginum drigið so langt út.

– Vit skuldu havt verið nógv meira sjónlig sum flokkur og leiðsla, og ikki brúkt so nógva orku upp á at verja okkum aftanfyri múrarnar á ráðharraskrivstovum.