Sum støðan er nú, er tað frægast at leggja ætlanini um at gera eina føroyska stjórnarskipan á hillina.
Tað heldur Rógvi Nybo, stjórnmálafrøðingur.
Arbeitt hevur verið við einum uppskoti um eina føroyska stjórnarskipan í fleiri harrans ár og fyrr í summar varð eitt uppskot lagt fyri Løgtingið. Løgtingið hevur eisini umrøtt stjórnarskipanina, men tann umrøðan avdúkaði, at stór ósemja er ímillum flokkarnar um ávísar tættir í uppskotinum.
Nú er uppskotið so farið í eina serliga nevnd við 12 umboðum, har teir fýra stóru flokkarnir hava hvør síni tveir limir, og teir tríggir smærru flokkarnir hava hvør sítt umboð. Seinasta umboðið í nevndini er Sonja Jógvansdóttir, sum er uttanflokkatingkvinna.
Nendin hevur skipað seg við Heðini Mortensen sum formanni og Bill Justinussen sum næstformanni, men enn er nevndin ikki farin undir arbeiðið av álvara.
Rógvi Nybo heldur, at uppskotið, sum nú fyriliggur, líkist einum klútateppi av neyðsemjum. Men tað mest ørkymlandi er, at stór ósemja er um, hvussu tað skal tulkast við tað, at ósemja er um, antin stjórnarskipanin er yvir, undir, ella javntsett ið donsku grundlógina.
Kunnu vit ikki fáa eina veruliga stjórnarskipan er kanska best at lata hana liggja. Ein hálv stjórnarskipan eigur ikki at verða borin ígjøgnum, so lat hana bara fara í grøvina, heldur Rógvi Nybo.
Hann heldur, at so eiga vit heldur at gera eina veruliga stjórnarskipan, tá ið vit hava brúk fyri henni – og tað er tá ið føroyingar hava meldað seg úr danska ríkinum og tikið loysing.
– Tá kunnu vit gera stjórnarskipanina, sum vit vilja hava hana, tí tá sleppa vit undan at hugsa um, hvussu hon skal tulkast, og hvørja støðu, hon hevur aftur ímóti donsku grundlógini. Og tá sleppa vit eisini undan, at danska stjórnin skal leggja seg út í arbeiðið og skal siga sína hugsan um, antin teir ymsu partarnir í henni kunnu góðkennast ella ikki, heldur hann.
Annars eru limirnir í nevndini hesir:
Fyri Fólkaflokkin eru tað Jørgen Niclasen og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir. Varalimur hjá teimum er Joen Magnus Rasmussen.
Fyri Sambandsflokkin eru tað Bárður á Steig Nielsen og Edmund Joensen, sum sita í nevndini og varalimur hjá teimum er Kaj Leo Holm Johannesen.
Fyri Javnaðarflokkin eru Kristianna Winther Poulsen og Heðin Mortensen vald í nevndina. Varalimur hjá teimum er Helena Dam á Neystabø.
Fyri Tjóðveldi eru tað Ingolf S. Olsen og Annita á Fríðriksmørk, sum eru í nevndini og varalimur hjá teimum er Óluva Klettskarð.
Kári P. Højgaard umboðar Sjálvstýri í nevndini og varamaður hjá honum er Jógvan Skorheim
Hanna Jensen umboðar Framsókn í nevndini og varalimur hjá henni er Ruth Vang. Og harafturat er so Sonja Jógvansdóttir, uttanflokkatingkvinna í nevndini
Og Miðflokkurin er umboðaður av Bill Justinussen og varamaður hjá honum er Jenis av Rana. Og seinastu nevdarlimurin er Sonja Jógvansdóttir, uttanflokkatingkvinna.