Hetta kann vera hýggjuskotið

Heilsufrøðiliga Starvsstovan heitir á fólk um at ansa sær

Í dag ávarar Heilsufrøðiliga Starvsstovan aftur ímóti eini matvøru, sum hevur verið at fáa í handlum í Føroyum. Hesaferð er talan um Øko Änglemark Tortilla Wrap Wheat. Nettovektin er 240 gramm og talan er um pakkarnar, sum eru best fyri 31-10-2022 og 13-12-2022.

 

Orsøkin til ávaringina er, at royndir hava víst, at tað er vandi fyri, at tað er hýggjuskotið. Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at av tí sama er tað ikki fólkamatur. Fólk, sum liggja inni við hesum, skulu koyra tað í skrell, ella lata tað aftur í handilin, haðani tað er keypt.