##med2##
Sum vit hava skrivað í morgun, hendi tað óvæntaða, at formaðurin í Fólkaflokkinum, Christian Andreasen, leggur frá sær, beint sum farið veðrur undir valstríðið til løgtingsvalið 8. desembur. Ein orsøk til at hann fer frá nú, er, at hann var ósamdur við mátan, flokkurin stillaði upp til Fólkatingið upp á. Har var tað serliga eitt, sum leyp í eyguni á teimum flestu og tað var, at Annika Olsen, sum hevur fingið nógvar atkvøður, ikki var á listanum.
Christian Andreasen hevur váttað, at uppstillingin var ímóti hansara tilmæli, men hann kom í minniluta. Og í samrøðu við FM1 nú á miðdegi váttar hann, at tað er Annika Olsen, tað snýr seg um. Men hann sigur, at tað eru eisini onnur mál, tað er so stór ósemja um innanfloks at hann kastar handklæðið í ringin og gevst, tí hann ásannar, at hann megnar ikki at samla flokkin.
Tað er ikki semja í flokkinum um avgerandi spurningar og tað kann eg ikki standa modell til. Við KvF sigur hann, at spurningurin um rættindini hjá samkyndum er eitt av hesum málum, sum semja ikki fæst um. Hann sigur, at tað eru eisini onnur mál, ósemja er um, tað hevur hann ikki fleiri viðmerkingar til.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr Christian Andreasen greiða frá á FM1