– Hetta er at kollvelta føroysku fiskivinnuna.
Tað staðfestir Jørgen Niclasen, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, nú Løgtingið er farið undir at viðgera uppskotið um eina nýggja fiskivinnuskipan.
Hann sipar til umstríddi royndarspreingingarnar hjá Norðurkorea, sum hava loypt ótta á heimin
– Hann heldur, at hetta er ein feigdardagur, ið kundi mint um royndarspreingirnar hjá Norðurkorea, tí hetta er kollvelta føroysku fiskivinnuna og at royna seg fram í eini skipan, sum virkar avbera væl og sum er motorurin í føroyska búskapinum.
Men Jørgen Niclasen spyr, hví tað er neyðugt at kollvelta eina fiskivinnu, sum kanska ongantíð hevur gingið betur enn hon ger nú.
Hann vísir eisini á, at tað er ongin, sum hevur biðið um hetta, og tað er ongin, sum tekur undir við nýskipanini.
Jørgen Niclasen ivast ikki í, at hetta fer at føra til minkandi inntøkur av fiskivinnuni og tað máar grundarlagið undan samfelagnum, tí tað er fiskinnan, sum føðir okkum.
Hann sigur at 25 prosent av kvotunum skulu seljast á uppboði, men tað er av kvotunum í 2018, sum landsstýrismaðurin fær heimild til at áseta einsamallur.
Men so er bara at seta kvotuna nóg lága, tí alt, sum er omanfyri tað, skal seljast á uppboði.
– Hvørja ferð, kvoturnar fara upp og niður, minkar parturin, verandi reiðarar fáa, tí meiri og meiri verður selt á uppboði.
Jørgen Niclasen sigur, at er endamálið hjá samgonguni at fiskivinnan skal rinda meir, er rætti mátin at leggja skatt á úrslitið í fiskivinnuni.
Ikki minst harmast hann um, at ætlanin er fara burtur frá fiskidagaskipanini til eina kvotuskipan.
Men hann staðfestir, at orsøkin til, at vit fóru burtur frá kvotuskipanini, var, at hon elvdi til ruðuleika og tað vóru allir partar samdir um.