Hetta er ikki fyrsta stigið at flyta Heilsuskúlan úr Suðuroynni. Tvørtur ímóti fer hetta at læsa skúlan í Suðuroynni. Tað sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum. Tað er stórt trot á starvsfólkum í eldrarøktini og fyri at bøta um tað, ætlar hann at heilsuskúlin skal skipa fyri fjarundirvísing, so at fólk kunnu sita norðan fyri og fylgja við.
Hetta hevur elvt til mótstøðu, tí politikarar taka hetta sum eina roynd at flyta skúlan úr Suðuroynni. Tey siga, at verður ein deild av heilsuskúlanum norðanfyri, er tað byrjanin til endan á skúlanum í Suðuroy.
Les meiri her: Nú er Jenis av Rana hoknaður undir trýstinum
Tað er Jenis av Rana grundleggjandi ósamdur í. Hann sigur, at tey, sum siga hetta, hava ikki sett seg inn í málið. Hetta fer at tryggja, at skúlin framhaldandi verður í Suðuroy, sigur landsstýrismaðurin.
Hann sigur, at talan er als ikki um at seta eina deild av skúlanum á stovn norðanfjørðs.
Hann sigur, at tað, talan er um, er at geva teimum, sum eru yvir 25 ár, og sum hava arbeitt í eldrarøktini í trý ár, eitt serligt tilboð.
– Tey, sum hava arbeitt í eldrarøktini, hava í roynd og veru, longu verið í Starvsvenjing, sigur landsstýrismaðurin og tí er endamálið, at tey stytta útbúgvingartíðina við starvsvenjingini.
Tað eru nøkur serlig fak, sum tey framvegis mugu á skúlan í Suðuroy at taka, men tey almennu fakini, føroyskt, danskt, ella hvat tað er, skulu tey kunnu taka við fjarundirvísing. Tað merkir, at tey kunnu sita heima og fylgja við í undirvísingini í Suðuroy. Men tað eru eisini fleiri, sum longu hava havt hesi almennu fakini, kanska á studentaskúla og tey skulu ikki taka tey umaftur.
Eru tað fleiri í einum øki, sum fáa fjarundirvísing, er einki í vegin fyri, at tey sita saman og fylgja við, leggur hann afturat. Men allar próvtøkurnar vera í Hovi. Jenis av Rana sigur, at hendan skipanin verður gjørd í fullum samstarvi við leiðsluna á skúlanum.
Hann sigur eisini, at endamálið er eisini at skapa størri virðing fyri fakinum, tí fólk, sum fáa útbúgving, og sostatt fáa hægri løn, eru uttan iva vælviljað ímóti fakinum enn onnur eru.