- Hetta ljóðar ógvuliga gott

Brandur Sandoy, borgarstjóri í Sands kommunu og løgtingsmaður, hevur eisini tosað við Johan Dahl, landsstýrismann, um møguleikarnar fyri aling í økjum upp at Sandoynni, og hann heldur eisini, at landsstýrismaðurin fer at vera positivur mótvegis umsóknini hjá Marine Harvest Føroyar

Brandur Sandoy verður eisini við til kunnandi fundin í dag, sum Sandoy Seafood og Marine Harvest Føroyar skipa fyri í Skopun.
- Jú, mær dámar ógvuliga væl tær ætlanir, sum eru frammi um samstarv millum Sandoy Seafood og Marine Harvest Føroyar um ali-og laksavirksemi.
Hann heldur, at gerast hesar ætlanir veruleiki, verður hetta eitt stórt frambrot fyri Sandoynna.
- Hetta kemur ivaleyst eisini at skapa so mikið at flutningsvirksemi um Skopunarfjørð, at fíggjarliga grundarlagið undir rakstrinum av Teistanum verður styrkt munandi.
Brandur Sandoy dylur ikki fyri, at slíkt virksemi, sum nú er í stoypiskeiðini um samstarv millum nevndu feløg, upp á sikt eisini kann koma at slóða fyri enn størri positiviteti um fast samband um Skopunarfjørð.
- Men í fyrsta lagi fegnist eg um tey arbeiðspláss og tað virksemi saman við teimum ringvirkningum, sum hetta kemur at skapa, leggur hann aftrat.

Økini eru við
Samstarvsætlaninar hjá Sandoy Seafood og Marine Harvest Føroyar byggja á, at alifelagið fer at søkja landsstýrið um aliloyvi á Sandsvág og í Hestfirði, og at allur fiskur hjá alifelagnum í fyrsta lagi skal kryvjast á virkinum á Sandi.
- Vit hava eisini skilt, at møgulig framleiðsla av laksavørum hjá alifelagnum helst fer at liggja á virkinum í Skopun, og tí mugu hesar ætlanir samanlagt – og um tær gerast veruleikin í hesum líki – sigast at vera eitt stórt frambrot fyri virksemið í Sandoynni.
Brandur Sandoy sigur, at kunngerðin um aliøkir hevur verið til hoyringar hjá vinnuni og hjá viðkomandi pørtum annars, og hann veit eisini at siga, at bæði Skúvoyarfjørður, Sandsvág og Hestfjørður eru millum nevndu aliøkini.
- Sjálvandi stendur einki í kunngerðini um, hvør fær hesi aliloyvi, men eg vóni, at landsstýrið verður positivt sinnað mótvegis umsóknini hjá Marine Harvest Føroyar, tá aliloyvini ivaleyst eru grundarlagið undir samstarvinum millum áðurnevndu feløg.

Spennandi kunning
Borgarstjórin sigur, at hann gjørdist ikki kunnugur við ætlanina hjá Sandoy Seafood og Marine Harvest Føroyar, fyrr enn miðlarnir bóru hesi tíðindi.
- Men, tað er heilt sikkurt, at hetta er ein spennandi verkætlan, og eg gleði meg til kunnandi fundin í dag, sigur borgarstjórin í Sands kommunu og løgtingsmaðurin, Brandur Sandoy.