Hetta lógarbrotið skuldi verið revsað harðari

Tað hevur stóra ávirkan at revsingin verður herd – Serliga um vandi er fyri at missa koyrikortið, sigur stjórin á Ráðnum fyri Ferðslutrygd

##med2##

 

Revsingin fyri at brúka hondhildna fartelefon, er alt ov lin í Føroyum. Tað heldur Lovisa Petersen Glerfoss, stjóri í Ráðnum fyri Ferðslutrygd. Tað er ikki loyvt at brúka hondhildna fartelefon, ímeðan tú koyrir bil, hvørki til tosa í, senda sms-boð við, ella at klóra sær á rygginum við. Í Føroyum er bótin fyri at brúka hondhildna fartelefon, 1.000 krónur og tað heldur stjóri á Ráðnum Fyri Ferðslutrygd, er alt ov lítið.

 

Í Danmark er bótin 1.500 krónur og tað heldur hon, er eit bót, sum merkist. Men í Danmark fáa bilførarar, sum brúka hondhildna fartelefon, eisini eitt klipp í koyrikortið og tað heldur Lovisa Petersen Glerfoss, ger tann heilt stóra munin.

 

– Tá ið koyrikortið er hótt, taka bilførarar tað í nógv størri álvara, heldur hon. Og hon sigur, at royndirnar hava víst okkum, at tað hjálpir at herða revsingarnar.

 

Í næstum ferð Ráðið Fyri Ferðslutrygd undir eina nýggja herferð ímóti gáloysni í ferðsluni. Tað er, tá ið bilførarar fáast við alt møguligt ímeðan teir koyra, so at teir ikki ansa so væl eftir, sum teir helst skuldi. Og í hesum sambandi er tann hondhildna fartelefonin ein av teimum stóru syndarunum, tí tá ið bilførarar brúka tær, tekur tað tankarnar frá bilkoyringini.

 

Trýst á pílin undir myndini og Lovisa Petersen Glerfoss greiða frá herferðini og um vandarnar við at fáast við alt møguligt, samstundis sum tú koyrir bil.