Tað er umráðandi, at rottutýningin verður tikin í størsta álvara.
Tað staðfestir Bjørn Kalsø, tingmaður fyri Sambandsflokkin.
Seinastu dagarnar hava vit her á síðuni varpað ljós hvussu stóran skaða, rottan ger í føroysku náttúruni. Og vit hava eisini varpað ljós á, hvørji stig eiga at verða tikin fyri at avmarka rottupláguna.
Og nú hevur Bjørn Kalsø, tingmaður fyri Sambandsflokkin, reist spurningin í sjálvum Løgtinginum. Í hesum sambandi vil hann hava Høgna Hoydal, landsstýrismann, at greiða frá, hvørji stig, hann ætlar at taka fyri at basa rottuni.
Bjørn Kalsø sigur, at hetta hevur stóran týdning fyri landbúnaðin, ferðavinnuna, og fyri margfeldi í náttúruni.
Tí vil hann hava at vita, hvat landsstýrið ger fyri at týna rottu og fyri at halda rottustovninum niðri, og hvat verður gjørt fyri forða fyri, at hon spjaðir seg til oyggjar, har ongin rotta er nú. Hann vil eisini hava at vita um ætlanin er at fara meiri miðvíst til verka fyri at basa rottuni, og um ætlanin at at samskipa rottutýningina.
Og samstundis skal Høgni Hoydal greiða frá, hvussu nógvan pening, ætlanin er at brúka til endamálið
Í hesum sambandi vísir Bjørn Kalsø á, at tveir av okkara fremstu granskarum í serføroyskum náttúrubrigdum, Eyðfinn Magnussen, lektari á Fróðskaparsetrinum, ið granskar harustovnin, og Jens Kjeld Jensen, heiðursdoktari, Nólsoy, hava ávarað um, at rottustovnurin í Føroyum ivaleyst er nógv størri, enn fyrr hevur verið hildið.
- Í tí sambandi hava teir nevnt, at rottan ger helst størri skaða, enn fyrr hevur verið hildið.
Teir hava eisini víst á, hvussu torført tað er at koma rottuni til lívs, umframt at teir hava sóknast eftir lógin á økinum verður endurskoðað.
Samstundis hava teir mælt til, at tað verður gjørt púra greitt, hvør tað er, sum skal hava ábyrgdina fyri rottutýningini og at rottutýningin verður samskipað um alt landið.