- Vit hava arbeitt eftir einum holi í lógini og tað er ikki rætt.
Bárður Enni er stjóri á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, men hann vil ikki siga so nógv til atfinningarnar frá vinnulívinum í Sosialinum í gjár.
Bæði stjórin á Samskipum, stjórin á Faroe Ship og stjórin á Faroe Cold Stores í Vági, fýltust í Sosialinum í gjár á, at Heilsufrøðiligu Starvsstovuni og Vinnumálaráðnum.
Bárður enni sigur í stuttari viðmerking, at tað er eitt hol.
- Og tað er ikki rætt at arbeiða uttanfyri tær reglar, sum eru, so einfalt er tað, sigur Bárður Enni.
- Tað, sum er farið fram, er ikki í samsvari við reglarnar hjá ES og tað kunnu vit ikki blíva við at liva við, leggur hann afturat.
Hann sigur eisini, at tá ið ES var í Føroyum á kunningarvitjan í fjør, gjørdi ES umboðini greitt, at tað, sum fór fram, var ikki eftir reglunum.
Annars vísir hann á, at nú eru tríggir mánaðir síðani, at vinnan fekk boðini um hetta og tí heldur hann ikki, at talan er um at kappa á stokkinum.
Ein atfinning er, at tá ið tey kæra til Vinnumálaráðið, er tað Peter Østergaard, sum avgreiðir málið og hann arbeiðir á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni
- Tað skuldi ikki havt nakran sum helst týdning við málið, tí hóast hann arbeiðir her, er hann eisini virkandi Landsdjóralækni og hann hevur als onki havt við hetta málið at gera yvirhøvur. Annars hevur hann onkuntíð áður verið í hesi støðuni og tað hevur hann avgreitt fyrimyndarliga, sigur Bárður Enni.
Fakta
Í 2001 gjørdu Føroyar og ES avtalu um marknaðeftirlit fyri at gera tað lættari hjá føroyskum fyritøkum at útflyta til ES.
Men í hesum sambandi hava skip frá triðja londum havt eina serliga støðu.
Kortini hevur tað altíð borið til at avgreidd vørur frá skipum, sum ikki eru góðkend í ES.
Hetta er eitt virksemið, sum hevur kastað nógv av sær hesi seinastu árini, tí tað eru ikki fá skip, sum ikki eru góðkend frá ES, sum gjøgnum árini hava lagt fiskavørur av ymsum slagi upp í Føroyum, her tær eru goymdar, til tær eru fluttar víðari, har tær skulu.
Men tann 14. september í ár boðar Heilsufrøðiliga Starvsstovan frá, at hon ikki longur kann avgreiða skip, sum ikki eru góðkend í ES og at alt slíkt virksemið tískil má halda uppat.
Hetta gjørdi Heilsufrøðiliga Starvsstovan uttan nakra ávaring ella fráboðan frammanundan.
Hetta er komið ógvuliga illa við hjá teimum, sum fáast við slíkt virksemi.
Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur boðað vinnuni frá, at orsøkin til at nokta at avgreiða skipini, sum ikki eru góðkent í ES, er, at vit í Føroyum ikki hava eina skipan, ið er nevnd Traces, og sum er ein elektronisk skipan, ið ES brúkar til at hava samskiftið ímillum tær ymsu marknaðstøðirnar.