Hetta má ikki henda aftur

Helgi Abrahamsen hevur sett flr fyri, at ávís starvsfólk í fleiri fakfeløgum skulu ikki aftur í verkfall

Støðan, sum nú er, setir allar partar í eina ringa støðu. Tey veikastu í samfelagnum fáa ikki ta hjálp, tey hava tørv á, og politikarar verða kroystir at leggja upp í verkføll. Tað staðfestir Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í samferðslumálum. Men hann endurtekur, at nú skal hetta fáa eina enda.

 

Tað, sum serliga elvdi til kjak, nú pedagogarnir fóru í verkfall, var, at eisini pedagogar í Almannaverkinum fóru í verkfall. Og sambært stjóranum í Almannaverkinum stóð lív og heilsa hjá summum í vanda.

 

Tí gjørdi Helgi Abrahamsen greitt, at hann fer at leggja uppskot fyri Løgtingið í heyst um at fáa eina skipan, har greiðar reglur verða um, hvørji undantøk skulu gerast tá ið verkfall er fyri at sleppa undan lív og heilsa verður sett í vanda.

 

Og tað endurtekur hann nú verkfallið er av, men hann sigur, at hetta umfatar ikki bara pedagogar í Almannaverkinum. Hann sigur, at tað eru eisini ávís starvsfólk í heilsuverkinum, sum ikki skulu aftur í verkfall. Her hugsar hann um eitt ávíst tal á sjúkrarøktarfrøðingum, ljóðsmøðrum, og øðrum heilsustarvsfólkum, har lív og heilsa stendur í váða.

 

Vit mugu ikki aftur koma í eina støðu, har lív og heilsa verður sett í váða, hvørki í Almannaverkinum, í sjúkrahúsverkinum, ella í heilsuverkinum annars, sigur hann.

 

Hann sigur, at støðan, sum er nú, er ein stórur trupulleiki, tí tey veikastu verða hart so rakt – og samstundis leggur tað stórt trýst á politisku skipanina um at blanda seg upp í. Eingin heldur tað vera nøktandi, at fólk ikki fáa ta hjálp, tey hava tørv á og eingin heldur tað vera nøktandi, at politiski myndugleikin leggur upp í eitt verkfall.

 

Men Helgi Abrahamsen sigur, at hann fer at leggja alla orku í at fáa samstarv við fakfeløgini um hesi viðurskiftini. Tískil hava embætisfólk í Vinnumálaráðnum longu verið í sambandi við umboð fyri fakfeløg og heilt skjótt fer hann at kalla fakfeløgini saman at umrøða eina skipan.

 

– Eitt verkfall skal raka mótpartin og ikki tilvildarlig fólk, sum í roynd og veru einki hava við tað at gera, sigur hann.

 

Les eisini: Stríðið er akkurát byrjað

 

Sjálvur vil hann ikki siga, hvørjir møguleikar eru, men ein máti, sum hevur verið umrøddur, er at geva nøkur umboð fyri hvønn fakbólk til tænastufólk, ella okkurt líknandi, so at tey ikki kunnu fara í verkfall, men aftur fyri fáa tey so eitt lønarískoyti. Men um hetta er ein møguleiki, vil landsstýrismaðurin ikki siga, um hetta er ein møguleiki. Allir møguleikar eru opnir og tað fari eg at tosa við fakfeløgini um, sigur Helgi Abrahamsen.