Hetta minnir um einaræði

Tað minnir um einaræði og ein ræðandi »mig alene vide«-hugburð, tá borgarstjórin skúgvar mál til viks.

 

Í farnu viku boðaðu Annika Olsen, borgarstjóri, og Gunvør Balle, varaborgarstjóri, Havnar Svimjifelag og Svimjisambandi Føroya, at langhylurin í Havn verður útsettur og í fyrsta lagi verður liðugur móti ársenda 2021.

  

Heðin Mortensen, býráðslimur fyri Javnaðarflokkin er í øðini um hesa avgerð. Hann vísir á, at Tórshavnar býráð hevur tvær ferðir, bæði í undanfarna og í núverandi skeiði, samtykt, at langhylurin skal gerast, og at peningur er settur av til arbeiðið.

 

- Tórshavnar býráð setti 4,5 milliónir krónur av til prosjekteringina í 2017, og hesir pengar eru altso tøkir og skulu bara flytast yvir á 2018, so ber til at fara í gongd sum ætlað, sigur Heðin Mortensen.

 

Hann skilir lítið tí lítið av avgerðini hjá Anniku Olsen og Gunvør Balle.

 

- Nú skal ikki vera pláss fyri meira virksemi í Tórshavnar kommunu, tí tað ber ikki til at vaksa íløgukarmarnar hjá kommununi fyri 2018 og 2019. Jamen, nær hevur Tórshavnar býráð samtykt tað, spyr fyrrverandi borgarstjórin.

 

Les viðmerkingina hjá Heðini Mortensen í fullari longd her.

 

Hann sigur, at tað einasta, núverandi býráð hevur samtykt í hesum máli, er at arbeiða víðari við tí, tí tað er komið so langt áleiðis og er so væl gjøgnumarbeitt, at tað bara snýr seg um at fullføra tað, sum hetta og undanfarna býráð hava samtykt.

 

- Hvat ólukkan skal Tórshavnar býráð samtykkja mál til, tá Annika Olsen og Gunvør Balle halda seg hava rætt til at yvirtrumfa viljan hjá sjálvum býráðnum, sigur Heðin Mortensen

 

Hann sigur, at hetta minnir um einaræði og ein ræðandi »mig alene vide«-hugburð, at býráðsmál soleiðis verða skúgvað til viks uttan nakra neyðuga viðgerð.

 

Heðin Mortensen sigur, at tað er ótrúligt, at tær báðar ikki duga at síggja, at tað er bráðneyðugt, at vit fáa ein langhyl.

 

-  Verandi svimjihøll er ov trong og lítil, so her er harðliga brúk fyri at betra og økja um umstøðurnar hjá svimjingini. At skjóta hesa góðu og samtyktu ætlan fleiri ár fram í tíðina, er tí einki annað enn beinleiðis ábyrgdarleys stýring, sigur hann.