Hetta mugu vit sleppa undan eina aðru ferð

Tað verður neyðugt at vit finna eina skipan, so at vit sleppa undan at koma í eina støðu, har lív og heilsa verður sett í vanda í einum verkfalli. Tað heldur Sirið Stenberg, landsstýriskvinan í Heilsumálum.

 

Nú ljósmøðurnar vóru í verkfalli, komu tey í ta støðu, at trygdin hjá barnakonum og børnum, var ikki ikki á tí stigið, tey vilja hava hana at vera á, og farið var út um rímiligt mark, sum sjúkrahússtjórin málbar seg. Somuleiðis greiddi ein serlækni frá, at ein barnakona hevði verið í vanda fyri at bløða burtur, og vóru tvær danska jarðamøður ikki komnar til Føroya at arbeiða, er spurningurin um hon hóraði undan.

 

Talan var um tvær jarðarmøður, sum vóru fingnar at koma til Føroyar fyri at loysa ein bráðfeingistrupulleika, nú allar ljósmøðurnar á Landssjúkahúsinum vóru í verkfalli. Men tær vóru undir hørðum trýsti, vórðu kallaðar verkfalsbrótarar og úrslitið varð eisini, at tær fóru av landinum í gjár, nakrar tímar áðrenn verkfallið endaði seinnapartin í gjár.

 

Tá ið pedagogar vóru í verkfalli um ársskiftið, førdi stjórin í Almannaverkinum, Edvard Heen, frá, at lív og heilsa hjá búfólki á stovnum undir almannaverkinum, var í vanda, tí eingin var at taka sær av teimum. Og tá ið sjúkrarøktarfrøðingar vóru í verkfalli fyri jól í fjør, vórðu eisini øll undantøk tikin aftur.

 

Sirið Stenberg sigur, at hon vil bara halda seg heilsuverkið, sum hon varðar av, og hon heldur ikki, at tað kann góðtakast, at, tey koma í hesa støðuna, at heilir starvsbólkar leggja arbeiði niður, uttan eitt tað einasta undantak.

 

Tí heldur hon, at tað verður neyðugt at gera eina skipan, har tað undir øllum umstøðum eru nøkur starvsfólk í hvørjum starvsbólki, sum altíð eru til arbeiðis fyri í minsta lagi at hava eina tilbúgving, so at ósemjur um sáttmálar ikki seta lív og heilsu í vanda.

 

Hon heldur, at tað kundi verri gjørt við at gjørt nøkur fá starvsfólk til tænastufólk, ella fingiå eina tænastumannalíknandi skipan fyri tey. Men hon er eisini greið yvir, at tað fer føra fleiri útreiðslur við sær, tí tann, sum frásigur sær verkfalsrættin, vil sjálvsagt fáa eitt serligt gjald fyri tað.

 

Hon heldur annars, at samskiftið ímillum fakfeløgini og myndugleikarnir hevur verið gott, men tað er so eitt annað mál, at tey ikki hava fingið tey undantaksloyvi tey hava biðið um. Og aftur í hesum føri vórðu so øll undantaksloyvi tikin aftur - og tað er ikki í ordan at vit koma í eina slíka støðu, endurtekur hon.