Hetta rakar okkum sera meint

Vit eru ein lítil fyritøka, sum einki hevur við verkfallið at gera, men vit líða ógvusliga

Tað sigur Jógvan Breckmann frá billeigufelagnum Rent Your Car, sum hevur 200 leigubilar – fyrst og fremst til ferðavinnuna, og sum tí eru sera hart rakt av verkfallinum, tí einki brennievni fæst.

 

Hann sigur, at flestu bilarnir eru besin og diesel, og at bara eini 10-11 eru elbilar.

 

– Tað er tí at flestu ferðafólk ynska at leiga bensin ella diesel bilar, helst tí at tey ikki duga nóg væl at meta um, hvussu tað er at koyra við elbili.

 

– Vit hava givið øllum kundum okkara boð um støðuna, so tey hava møguleika at avlýsa. Og tað førir sjálvandi til, at vit missa inntøkur.

 

Lesið eisini: Billeigufeløg í dýrastu neyð – biðja um undantøk

 

Tað eru ikki øll, sum skilja støðuna, og tí hava tey eisini møtt sera óðum ferðafólkum, sum kenna seg snýtt, tí tey ikki fáa koyrt.

 

– Hetta er eitt stórt skrædl hjá okkum. Vit kenna okkum tikin sum gísla í millum tveir partar í einum stríði, sum vit ikki eru partur av og sum vit einki hava við at gera.

 

Jógvan Breckmann sigur, at tey hava ikki keypt bensin og diesel inn undir seg, men hava bara fylt bilarnar.

 

– So hetta er øgiliga keðiligt hjá okkum, og kemur stak illa við og kann taka grundarlagið undar okkum. Vit hava fólk til arbeiðis, sum skulu hava løn hóast vit ikki fáa inntøkur, sigur hann.