FLOKSTING
Búskaparliga kunnu Føroyar nærkast vandaleið innan leingi. Hetta árið verður tað mest avgerandi árið síðani 1975.
Hetta metir Hermann Oskarsson, búskaparfrøðingur og formaður í Búskaparráðnum.
Hann var gestarøðari á Flokstingi Tjóðveldisfloksins í Hósvík um vikuskiftið.
Hann tosaði nógv um stevnumið móti dagligum politiskum málum. Her helt hann, at Tjóðveldisflokkurin hevði ein trupulleika, tí flokkurin hvønn dag arbeiðir við blokkinum, sum teir eru ímóti, og hesum var Høgni Hoydal samdur við honum í.
Men Hermann Oskarsson tosaði mest um heildarveitingina, blokkin.
?At reka eitt samfelag við og uttan blokk er fullkomiliga hvør sítt. Tað heila fellur upp á pláss upp á hvør sína máta við ella uttan ríkisveiting. Og sannleikin er tann, at tað verður munandi truplari at loysa trupulleikarnar eftir loysingina, sigur Hermann Oskarsson.
Avgerandi
Sambært Hermann Oskarsson hevur gongdin við ríkistuðulinum verið tann, at vit í Føroyum frá 1962 til 1975 nýttu brúktu alla veitingina til at keypa fyri ? hvørki meira ella minni.
Frá 1975 til 1993 broytist gongdin, og føroyingar fara at nýta tað dupulta av blokkinum. Men aftur frá 1993 til í dag hava vit bert nýtt 10%.
?Samanlagt merkir hetta, at vit hava nýtt so at siga alla veitingina ? hvørki meira ella minni, sigur Hermann Oskarsson.
Og hóast tað er at fegnast um, at tað gongur so mikið væl í búskapinum í løtuni, og føroyingar nú eiga 2-3 mia. meira, enn teir skylda, er tað altíð soleiðis, at ein heppin støða er fráboðan um nakað annað.
?Vit vita, at fólk fara at krevja meira og meira, og tí fer verandi støða ikki at halda fram. Spurningurin er ikki, um tað kemur hol á bløruna, men hvussu, sigur Hermann Oskarsson.
Formaðurin í Búskaparráðnum heldur, at gongdin vísir, at vit eru komandi til eitt vegamót, og hetta árið verður avgerandi fyri hvønn veg føroyski búskapurin skal fara ? skal blokkurin javnvigast.
?Tað, eg ræðist, er, at búskaparligu tillagingarnar henda, áðrenn fullveldi, tí so samsvarar ikki, sigur Hermann Oskarsson.