Uppsjóvarskipið Ango liggur við Havnarmola og bíðar eftir landingartørni í Fuglafirði. Teir hava millum 1300 og 1400 tons av svartkjafti. Mynd: Álvur Haraldsen.

- Hetta sær ógvuliga spennandi út

Tað, sum er keðiligt við langari bíðitíð til landing, er í fyrst lagi, at hetta kann ganga útyvir rávøruna. Prísurin avhongur eisini av, hvussu rávøran er, sum skipini koma við.

Uppsjóvarskipið Ango liggur við Havnarmola og bíðar eftir landingartørni í Fuglafirði. Teir hava millum 1300 og 1400 tons av svartkjafti. Mynd: Álvur Haraldsen.

Uppsjóvarskipið Ango liggur við Havnarmola og bíðar eftir landingartørni á Havsbrún í Fuglafirði. Teir hava millum 1300 og 1400 tons av svartkjafti, sum teir fingu í trý samdøgur á einari leið eystur av Munkagrunninum. 

 

Tað er her, føroysku skipini fiska í løtuni, og her hava tey seinastu tíðina fingið nógvan svartkjaft. Svartkjafturin gongur suður yvir at gýta, og vanliga kemur hann norður aftur í føroyskan sjógv í apríl mánaði.

 

Heri Godtfred hevur verið skipari á Ango henda túrin. Teir eru 10 mans við skipinum og bróðurin, John Mikkjal Godtfred, er eisini við. Teir eru báðir royndir skiparar - ávikavist Finni Fríða og Ennibergi. 

 

Heri Godtfred sigur, at hetta er annar túrur hjá teimum á svartkjafti, og fyrra túrin høvdu teir 1150 tons. Ango fór til fiskiskap í fjør heyst, og teir fingu fýra túrar á sild fram til jólar.

 

- Vit liggja nú og bíða eftir landingartørni, og vit sleppa framat hósdagin. Undan okkum landa fyrst Fagraberg, Katrin Jóhanna og Norðingur.

 

Skiparin vísir á, at tað, sum er keðiligt við langari bíðitíð til landing, er í fyrst lagi, at hetta kann ganga útyvir rávøruna. Prísurin avhongur eisini av, hvussu rávøran er, sum skipini koma við.

 

- Vit fáa 1,95 krónur fyri kilo, og er dygdin á fiskin góð, kunnu vit fáa nakað meira. Er dygdin hinvegin verri, kann tað minka um avreiðingarprísin. Sjálvandi vilja vit landa so góða rávøru sum gjørligt.

 

Heri Godtfred væntar, at tað verður ein steðgur í hjá Ango, tá svartkjaftaveiðan í føroyskum sjógvi er av, og síðan verður helst lagt til brots aftur í apríl, tá svartkjafturin aftur kemur í føroyskan sjógv.

 

- Vit eru nøgdir við gongdina higartil. Vit høvdu ein trupulleika í sildatíðini, tá vit fingu um skrúvuna, og vit mistu nakað av tíð, men vit halda, at hetta sær ógvuliga spennandi úr, sigur skiparin.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Uppsjóvarskipið Ango liggur við Havnarmola og bíðar eftir landingartørni í Fuglafirði. Teir hava millum 1300 og 1400 tons av svartkjafti. Mynd: Álvur Haraldsen.