Fótbóltur
Dømini her á síðuni tala sítt týðiliga mál. Tað hevur verið mest sum tilvildarligt, hvat hevur fingið avleiðingar og ikki, tá spælarar og venjarar hava gjørt sínar viðmerkingar til tað, sum hevur gingið fyri seg á vøllinum. Ikki minst, um orð eru follin um avrikið hjá svartklædda manninum á vøllinum.
Kann ikki góðtakast
Sveinur Tróndarson, formaður í Kappingarnevndini, er eisini skjótur at svara játtandi, tá vit spyrja hann, um hann skilir tey, sum siga, at linjan hjá FSF hevur verið trupul at síggja.
- Avgjørt. Og eg eri kanska eisini ein av teimum, sum sjálvur hava fýlst á hetta. Tí har skal sjálvandi vera ein linja fyri, nær revsing fellur og ikki. Tekur tú tey dømini, sum tú nevnir her á síðuni, so vil eg siga, at tað, sum Ronnie segði í fjør, kanska ikki er so ringt. Tað er meira tekin um ein frustreraðan spælara. Onnur av dømunum eru hinvegin beinleiðis persónlig álop, og tey hvørki kunnu ella eiga vit at góðtaka.
Men fyri ein part eru tey góðtikin fyrr. Eisini hóast FSF longu í mai mánaði í fjør hevur samtykt lógargrein, har tað verður sagt, at hetta skal fáa avleiðingar?
- Nú eri eg nýggjur í nevndini, og tí fari eg ikki at siga, hví nøkur ting eru gjørd ella ikki fjør. Tað, sum vit hava gjørt í hesum førinum, er at kanna, hvussu gjørt veðrur í grannalondum okkara, og har verður slíkt ikki góðtikið.
Men er tað ikki ein keðilig avgerð, tá reglurnar eru samtyktar í fjør, og tit nú brádliga handlað eftir teimum, uttan at ein útmelding er komin við t.d. kappingarbyrjan, har dentur verður lagdur á hetta?
- Sum sagt, so kommenteri eg ikki, hví nakað ikki er gjørt áður. Men í slíkum føri mugu vit tala at.
- Men samstundis forpliktar hetta. Tað er ræðuliga týdningarmikið, at vit nú leggja eina linju, og hendan skal haldast. Við støði í tí, sum áður er hent, so skilji eg, um fólk ikki hava álit á hesum, men hjá okkum ræður so um at halda fast. Og um neyðugt prógva linjuna, um líknandi útsagnir koma.
Fólkaligheit
Sveinur Tróndarson leggur afturat, at talan í ávísan mun tykist vera um ein keðiligan tendens í atburðinum hjá spælarum mótvegis dómarum.
- Eg fari ikki at siga, at eg nú skal kollvelta nakað sum helst innan FSF. Men út frá givnu fortreytunum valdu vit at taka hetta málið upp. Vit hava eisini dømi í ár, har ein spælari hevur fingið fýra daga leikbann fyri at kasta ein bólt eftir dómaranum, og tað er slíkt, sum vit ikki kunnu góðtaka.
Men tað dømi er væl viðgjørt eftir tí, sum dómarin hevur skrivað í sína frágreiðing. Og ikki út frá tí, sum er sagt um dómaran eftir dystin?
- Tað er rætt. Men hyggur tú at punkt 8, sum vit hava grundgivið okkara viðgerð við, so snýr hetta sum atburð hjá spælarum, venjarum, hjálparfólkum og annars øllum, sum onkursvegna varða at spælinum. Og tá talan er um persónligar útspillingar av spælarum, so mugu vit tala at.
- Og lat meg endiliga sláa fast, at hetta snýr seg ikki um at geva nøkrum munnkurv. Allir partar skulu sjálvandi tola kritik. Men tað hesin má vera sakligur og ikki áleypandi. Og sjálvandi hjálpir tað eisini, um hann verður avleveraður á rætta stað. Og hetta snýr seg heldur ikki um, at dómarar skulu friðast. Hetta snýr seg í stóran mun, at spælarar og onnur skulu duga púra vanligan fólkasið, sigur Sveinur Tróndarson, sum at enda eisini sigur, at spælarar í fremstu deildunum mugu vísa ábyrgd í so máta.
- Loyva vit slíkum útsagnum at fara framvið, so kunnu vit ikki standa bilsin, tá ungir spælarar brádliga sýna keðiligan atburð. So ella so eru spælararnir í fremstu deildini fyrimyndir, og við hesum fylgir eisini ein ábyrgd, sigur Sveinur Tróndarson.