Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, sigur, at Russland í kvøld hevur framt loftálop á eina miðstøð fyri blóðgeving í býnum, Kupjansk í Kharkiv-regiónini.
- Talan er um bæði deyð og særd í álopunum, og eg kondoleri, skrivar forsetin á Tvitter. Hann leggur aftrat, at sløkkiliðsfólk arbeiða við at sløkkja eldarnar í bygninginum.
Volodymyr Zelenskyj heldur, at henda krígsbrotsgerð í sær sjálvum sigur alt um russisku aggressiónina. Á Tvitter umrøður hann russar sum "beist".
- Russar oyðileggja fyri tey, sum ynskja at liva lívið. At berjast ímóti yvirgangi er týdningarmikið fyri øll, sum virðismeta lívið, sigur ukrainski forsetin á Tvitter í kvøld.