? Á pappírunum kundu vit ikki havt betri umboð í landsins politisku leiðsku, enn vit hava, siga vágafólk.
Nú størsta kreppa í vága søgu stendur fyri durm vi- tað, at fiskavirking ætlar at lata flakavirkð í Vágum aftur, spyrja vágafólk, hvar teir politikarar eru, sum tey hava valt at umboða seg í tinginum og hvat teir gera fyri at bjarga sínum valdømi undan vanlukkuni.
Tríggir vágemenn eru í landsins, ovastu, politisku leiðslu. Allir tríggir sita í lyklastørvum. Og allir tríggir eru í samgonguni.
? So á pappírunum skuldu vit verið so væl umboða, sum vit kundu.
? Men vit síggja einki til teir. Vit hoyra einki frá teimum. Teir tosa ikki við okkum og teir gera onki, siga vágafólk.
? Her hava teir ein veruligan møguleika at arbeiða fyri sínum valdømi. Tað skuldu teir heldur gjørt, heldur enn at brúka tíðina at klandrast suðuri í Havn, sigur Hanna Hansen. Hon spyr, hvussu tey kunnu vænta, at Jørgin Niclasen fer at hjálpa teimum, tí hann hevur sítt egna fiskavirkið í Sørvági at hugsa um. ? Men tað tykist ikki, sum um nakar stuðul er at vænta haðani.
Johannes Klein, bygdaráðsformaður í Miðvági skilir heldur ikki, at so lítið hoyrist frá politikarunum í Vágum.
? Hetta er so álvarsligt mál, at tað átti at fingið avleiðingar fyri samgonguna, heldur hann.
Og Kári á Presttrøðni fýlist eisini á, at lokalpolitikararnir í oynni eru steindeyðir. Tað skal nokk enda við tí, at flakavirkið í Miðvági endar sum valagn hjá onkrum teirra, heldur hann