Tað skuldi taka meiri enn 13 ár hjá Poul Johannes Joensen at fáa eina kenslu av friði í sálina.
Landssjúkrahúsið hevur øll árini barst við hond og fót ímóti at viðganga, at feilir - enntá deyðiligir feilir - vórðu gjørdir í sambandi við eina lutfalsliga vandaleysa skurðviðgerð at taka gallið á tá 57 ára gomlu Nanny Joensen.
Nanny hevði í eina tíð stríðst við gallstein, og hetta var til tíðir so pínufult, at hon mátti liggja heima frá arbeiði.
- Hon hevði ígjøgnum árini passa hús og børn, og tað hevði annars als ikki gingið, tí eg var upp í 328 dagar burtur frá heiminum, sigur Poul Johannes Joensen, sum sigldi sum skipari, og átti í fleiri feløgum, millum annað P/F Akraberg, P/F Polarfrost, P/F Nýborg P/F Polartrol saman við bróðurinum, Jákupi í Lopra og øðrum.
Meðan tey seks børnini vuksu til, og eftir at Poul Johannes og konan høvdu selt Shellstøðina við tilhoyrandi verkstaði í Vági í 1996, var Nanny byrjað at arbeiða á Suðurlaks.
Poul Johannes sjálvur hevði skiparaútbúgving, og tók so ein yvirbygning, so hann kundi føra skip í frálandavinnuni. Hann fekk eisini eitt gott starv hjá einum hálendskum felagi, har hann gjørdist skipari við teimum treytum, at hann var 28 dagar burturi og síðani 28 dagar heima.
- Vit vóru komin hartil, at vit nú skuldu taka okkum meira av løttum, nú børnini vóru flogin úr reiðrinum, og bara yngsta gentan búði eftir heima, sigur Poul Johannes Joensen.
Veruligu trupulleikarnir hjá Nanny byrjaðu í 1999 um heystið, tá hon var til viðgerðar fyri gallstein á Landssjúkrahúsinum. Hon var fyrstu ferð til viðgerðar í november, og síðani aftur í desember, har ein lækni tók burtur nakrar gallsteinar.
- Men tað var greitt, at tað enn sótu gallsteinar eftir í gallgongdini, tí í tíðarbilinum ímillum 26. januar og fram til skurðviðgerðina hevði hon fleiri herðindi av pínu og gulsótt, sigur Poul Johannes.
Fuskað við journalini
Síðani hendir tað, at Nanny fær heilar tveir innleggingarseðlar, ein til framhaldandi viðgerð fyri gallstein, og ein til at skera gallið burtur.
- Hon ringir so á Landssjúkrahúsið fyri at fáa at vita, hvønn innleggingarseðil, hon skal halda seg til, og fær stutt eftir at vita, at hon skal skurðviðgerast, sigur Poul Johannes Joensen.
Hon verður so innløgd 26. januar, men av tí at hon var lættari forkølað við harav øktum temperaturi varð gjørt av, at útseta skurðviðgerðina.
Hon verður so innkallað at koma á Landssjúkrahúsið tann 23. februar í staðin, og verður síðani skurðviðgjørd dagin eftir.
Nú hendi so ein røð av mistøkum, sum í síðsta enda førdu til, at Nanny Joensen fýra dagar seinni varð lýst deyð at vera.
Tað er greitt, at okkurt er fuskað við journalini, tí sambært viðgerðandi læknanum vóru tveir steinar í gallgongdini, tá skurðviðgerðin fór fram, men hetta kemur ikki fram í skurðjournalini.
- Tað var eisini átaluvert, og púra óvanligt, at skurðlæknin fór av landinum dagin eftir skurðviðgerðina, sigur Poul Johannes Joensen.
Undir rættarviðgerðini kom eisini fram undir avhoyring av læknanum, ið var til staðar, tá Nanny Joensen doyði, at tað var óhoyrt, at ein urologur framdi hesa skurðviðgerðina, tí hon átti av røttum at verið framd av einum serlækna.
Og júst hetta, at teir báðir steinarnir ikki vórðu tiknir burtur úr gallgongdini, skuldi fáa fatalar avleiðingar fyri Nanny Joensen.
Við gott mót
Læknin, ið framdi skurðviðgerðina, hugdi inn til Nanny Joensen áðrenn hann fór heim seinnapartin 24. februar, og tá sá alt væl út. Gamaní hevði skurðviðgerðin vart munandi longri enn teir vanligu ein til hálvan annan tíma, tí Nanny fór niður á skurðstovuna klokkan 9.00 um morgunin, og var ikki uppi aftur á stovuni fyrr enn klokkan 14.30.
Støðan var nú hon, at gallið var tikið burtur, men í staðin fyri at binda um, vórðu nýtt klips at halda leiðunum aftur lætnum. Og tað skuldi visa seg at spæla við í syndarligu lagnuni hjá Nanny Joensen.
Longu dagin eftir, tann 25. februar, gramdi Nanny seg um pínu. Hon byrjaði at gerast bæði gul og bleik, og fór eisini at spýggja.
Sambært serfrøðingum frá Rættslæknaráðnum vóru hetta týðilig tekin um, at leki var komin á har gallið hevði verði, og at gallsýra lak út í búkholuna. Teir báðir gallsteinarnir í gallgongdini forðaðu fyri, at gallsýra kundi renna út í tolvfingratarmin og í staðin rann inn í búkholuna.
Kortini varnaðust hvørki læknar ella sjúkrasystrar hesi týðiligi tekin.
- Systir mín og svigarinnan vitjaðu saman við teirra døtrum Nanny, og fyri teimum sá hon ógvuliga illa út, og tað líktist als ikki henni. Nanny var tó við gott mót og segði, at nú mátti hon taka seg saman og blíva frísk, so hon kundi koma suður aftur at passa hús, heim og arbeiði, sigur Poul Johannes Joensen.
Í januar mánað høvdu tey fingið ein AFS'ara úr New Zealandi í húsið, og saman við dóttrini vóru tey tískil fýra fólk, Nanny íroknað.
- Ætlanin var, at eg skuldi fara norður eftir Nanny fríggjadagin 25. februar, men av tí at veðrið var so ringt, hildu læknarnir tað vera betri, um Nanny varð liggjandi á Landssjúkrahúsinum tvørtur um vikuskiftið, tí ringa veðrið kundi føra til, at hon fór at spýggja á veg suður, sigur Poul Johannes.
Hann var tí verandi har suðuri, lítið vitandi um sváru pínuna, ið konan hevði at dragast við á Landssjúkrahúsinum.
Fullkomin ruðuleiki
Fríggjadagurin gekk so at enda, og leygardagurin upprann. Men har var eingin betring at síggja hjá Nanny.
- Støðan bara versnaði, men starvsfólkið á Landssjúkrahúsinum vissaði okkum um, at har var alt, sum tað átti at vera. Men tað var týðiligt fyri systir míni og svigarinnuni og teirra døtrum, at har ruggaði ikki alt rætt. Nanny varð byrjað at tosa í ørviti, og tað skuldi vísa seg, at hon var fylt upp við morfin, fyri at taka ringastu pínuna, sigur Poul Johannes Joensen.
Dóttir til systrina var so órógvað, at hon valdi at fara oman aftur á Landssjúkrahúsið sunnumorgunin, og tá hon spurdi eftir Nanny fekk hon at vita, at hon hevði fingið hjartastopp um náttina, og nú lá í respiratori á B8.
- Vit fingu so boð sunnumorgun, um at koma norður sum skjótast, um vit vildu síggja Nanny á lívi. Og tú kanst ætla, at tað var ein ræðuligur skelkur at fáa slík boð, tí alt, vit høvdu frætt frá Landssjúkrahúsinum framman undan var, at her stóð væl til og her var alt í lagi, sigur Poul Johannes Joensen.
- Veðrið var framvegis ógvuliga illfýsið, og leygarmorgunin slógu elsta dóttirin og maður hennara av at fara norður, júst tí veðrið var so vánaligt. Tey høvdu okkurt ørindi, og so ætlaðu tey sjálvandi at vitja Nanny, sigur Poul Johannes Joensen.
Nú gjørdist so einki til sunnudag seinnapart, og tey fóru so norður við Smyrli klokkan 15.30.
- Maður til systurdótturina stóð fyri okkum á kaini og vit kvikaðu okkum út á Landssjúkrahúsið. Og tað var ein lítið tespilig sjón, ið møtti okkum har. Nanny lá í respiratori og uttan iva deyð tí vit fingið ikki samband við hana, sigur Poul Johannes Joensen.
Skuldu njóta lívið
Læknin, sum hevði vakt, var har, men hann kundi bert staðfesta, at har var lítið eftir.
- Nanny lá so í respiratori til dagin eftir, og klokkan 12.53 mánadagin 28. februar var hon so lýst deyð at vera, sigur Poul Johannes Joensen.
Hann sigur at hesin sami læknin, ið hevði havt vakt, tá tey komu á sjúkrahúsið seint seinnapartin sunnudagin, pástóð, at konan var deyð av blóproppum, men fyri honum hevur tað verið týðiligt, at eg ikki trúði honum. Hann kom aftur umleið 1. tíma seinni og segði, at Nanny helst var deyð av leka frá har gallið hevði verði, hvar so gallsýra síðani var runnin inn í búkholuna og hevði ført bruna við sær og hevði oyðilagt fleiri gøgn, sigur Poul Johannes Joensen.
Hetta vóru svár boð at fáa, og Poul Johannes greiðir frá, hvussu skelkaður hann var.
- Eg minnist, at eg stóð uppi yvir konuni, meðan hon lá í respiratori, og um hon hoyrdi meg ella ikki, skal eg ikki kunna siga, men har lovaði eg henni, at hetta skuldu tey koma at svíða fyri, um tað so kostaði okkum alt vit eiga, sigur Poul Johannes Joensen.
Men at stríðið skuldi gerast so hart og drúgt hevði hann í sínum villasta fantasi ikki kunna ímynda sær.
- 13 ár eru gingin, síðani konan var feilviðgjørd á Landssjúkrahúsinum, og tað er ikki fyrr enn niðurstøðan frá rættslæknaráðnum tann 05. februar 2013, at mótparturin í Rættarmálsskriv D, dagfest tann 13.03.2013, tekur játtandi til orðanna viðvíkjandi sakarkravi 1. sum viðvíkur ábyrgd, sigur Poul Johannes Joensen.
Tað var ikki soleiðis, hann hevði ímyndað sær lívið, tá hann hevði fingið góða starvið hjá hollendska off-shore felagnum.
- Vit skuldu júst til at njóta lívið saman. Alt sá so ljósareytt út, og meðan vit gleddust so um tilveruna, varð lívstráðurin hjá Nanny skorin av orsakað av kleyvarskapi á Landssjúkrahúsinum, sigur Poul Johannes Joensen.
Og hann hevur nakað at hava sínar pástandir í. Skjølini í málinum prógva tað.
Nú er so bara at bíða eftir, at rætturin tekur støðu til endurgjaldið.
- Men tað er einki, ið kann viga upp ímóti, framvegis at havt Nanny her, slær Poul Johannes Joensen fast.