info
Ongi úrslit

Føroyingar: - Hetta skulu vit hoyra á Copenhell

Copenhell: Vit hava hitt nakrar av føroysku festival-gestunum og spurt, hví teir eru á Copenhell, og hvørjar konsertir teir ætla til komandi dagarnar.

Pætur Hjalmar Evensson
19. juni 2024 kl. 16:43

Í hesum døgum er tungmálmsfestivalurin Copenhell í Keypmannahavn.

Her plaga altíð at vera nógvir føroyingar, og í ár er einki undantak.

Les kanska meira um tað her: Yvir 100 føroyingar á Copenhell: – Hetta er stuttligt

Vit hava fingið orðið á nakrar av føroyingunum, sum eru á Copenhell í ár, og spurt, hvørjum teir fara at lurta eftir, og hví teir eru her.

Myndin er ikki tøk

Cristi Malita:

Hví ert tú á Copenhell?

– Eg eri á Copenhell, tí at her er ein fantastiskur stemningur. Nógvir bólkar, sum mær dámar, skulu spæla her, og nógv fólk eg kenni eru her. Eg havi verið her hvørt ár síðan 2016, uttan tá tað bleiv avlýst orsakað av corona. 

Hvørjum ætlar tú at lurta eftir?

– Tool. Eg var her fyrraárið, tá Tool spældi. Eg vil hoyra teir aftur í ár. Tool eru feitir, tí teir eru tekniskt dugnaligir og kunnu skapa ein stemning sum eingin annar. Eisini ætli eg mær at lurta eftir Avenged Sevenfold, The Offspring og Limp Bizkit. 

Myndin er ikki tøk

Terji Mohr:

Hví ert tú á Copenhell?

– Eg eri her fyri at hoyra feitt death metal. Og fyri at uppliva ein skegan rock'n'roll stemning. Her eru tey feitastu fólkini. Eg havi verið her fyrr, og tað feita her er felagsskapurin og gestablídnið. 

Hvørjum ætlar tú at lurta eftir?

– Høvuðsnøvinini hjá mær eru Hatebreed og Limp Bizkit. Limp Bizkit er bólkurin, sum eg havi lurtað eftir, siðan eg var lítil. So tað er nostalgia. Hatebreed, ja tað verður bara púra svakt. 

Myndin er ikki tøk

Markus Vijayavarathan og Malan Rubeksen:

Hví eru tit á Copenhell?

– Vit eru her fyri at hoyra Limp Bizkit. Tað er høvuðsnavnið. Eisini onnur nøvn. Vit ætla eisini at hoyra Avenged Sevenfold, tað er nakað, vit lurtaðu eftir sum yngri. 

Hvørjum ætla tit at lurta eftir?

– Vit fara at hoyra Limp Bizkit og Avenged Sevenfold sum sagt, men vónandi eisini ymiskt annað. Vit hava okkara dóttir við, so vit fáa at síggja. 

LES EISINI: Copenhell: John hevur fingið sær Merkið á ryggin

LES EISINI: Yvir 100 føroyingar á Copenhell: – Hetta er stuttligt

Mest lisið hesa vikuna

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

24. oktober kl. 21:15

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

24. oktober kl. 15:02

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22. oktober kl. 12:18

Tað verður illveður um vikuskiftið

22. oktober kl. 09:16

Soleiðis sær út eftir eldin á Gomlurætt

22. oktober kl. 09:28

Ein stormskaði fráboðaður

25. oktober kl. 09:07

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Finska uttan­ríkis­ráð­frúan hitt­ir Rubio um krígg­ið í Ukraina

3 tímar síðan
Tíðindi

Spyr um misnýtslu av vitlíkimyndum

4 tímar síðan
Tíðindi

Formula skal styrkja KT-trygdina hjá Sjúkrahúsverkinum

5 tímar síðan
Tíðindi

Gillian Anderson í Filmsfelagnum

5 tímar síðan
Fótbóltur

SV Ried reyk úr steypakappingini aftaná longda leiktíð

6 tímar síðan
Fótbóltur

Strømgodset tapti greitt fyri Molde í steypakappingini

6 tímar síðan
Tíðindi

Diplomatiskur brølari av Mette Frederiksen

6 tímar síðan
Hondbóltur

Trúgvi Hávardsson og liðfelagarnir taptu stórt á Hafnarfirði

7 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Mattias legði upp til mál í 3-0 sigri hjá Västerås SK

7 tímar síðan
Fótbóltur

Hellas Verona tryggjaði sær sigurin móti dystarenda

8 tímar síðan
Hondbóltur

SMS: Neistin vann toppdystin - Greiðir sigrar til VÍF og EB

8 tímar síðan
Tíðindi

Vil hava rund­koyr­ing til nýggja býl­ing­in á Strondum

10 tímar síðan