– Hyggja vit eftir profilinum hjá Honnu Jensen, so passar málsøkið skúli og útúgving sum fótur í hosu til hennara. Hon er m.a. í føroyskum og fronskum og hevur starvast á Miðnámi á Kambsdali sum lærara og sum skúlavegleiðari.
Tað segði Aksel V. Johannesen, løgmaður, á hátíðarløtu í Tinganesi í morgun í sambandi við, at Hanna Jensen í síðstu viku varð tilnevnd landsstýriskvinna í útbúgving- og skúlamálum. Hann vísti eisini á, at Hanna Jensen í arbeiðinum í Løgtinginum hevði brent nógv fyri økinum mentan og útbúgving, og at hon hevur verið forkvinna í mentanarnevndini.
Løgmaður greiddi frá tilgongdini um at seta nýtt landsstýrissfólk, eftir at Rigmor Dam legði frá sær, og frá býtinum av málsøkinum millum Framsókn og Tjóðveldi – at Høgni Hoydal tekur yvir metnamál.
– Eg havi álit á – hóast tíðin er stutt, at Hanna Jensen fær avrikað nakað væl á økinum, tí hetta eru mál, sum hon kennir væl og er væl inni í.
Hanna Jensen takkaði fyri álitið.
– Tað er ein stór æra at sleppa at umsita júst hetta økið, alt sum hevur við skúla at gera, ja heilt niður til dagstovnaøkið, upplýsandi læru, fólkaskúla, og alt, sum kemur beint eftir fólkaskúlan – miðnám, yrkisútbúgvingar og førleikagevandi skeið og fyri ikki at tosa um Fróðskaparsetrið og alt granskingarumhvørvið, sum vit hava og alt, sum vit kunnu fáa afturat, segði Hanna Jensen.
– Og eg fari at leggja nógva orku í at vita, um vit kunnu flyta fleiri av málunum, sum eru næstan klár innan øll hesi útbúgvingarstigini, segði Hanna Jensen millum annað í takkarrøðu síni í Skanskapakkhúsinum í Tinganesi í morgun.
Síggið fleiri myndir niðanfyri: