Hetta var akkurát tað

Helgi Winther Olsen var væl nøgdur við úrslitið eftir einstaklingakappingina mikudagin. Hann fór sjálvur avstað við fýra av teimum seks heiðursmerkjunum hjá føroysku fimleikamonnunum

Guernsey: Tað var ein glaðan og væl nøgdan Helga Winther Olsen vit fingu orðið á eftir einstaklingakappingina í fimleiki mikudagin. Og tað kann róliga sigast, at tað var ikki heilt uttan orsøk, at Helgi smíltist aftaná kappingina. Seks heiðursmerki vóru tillutað føroysku fimleikarunum mikudagin, og fýra av teimum átti Helgi Winther Olsen, sum uttan iva er tann, sum dregur føroyska liðið uppeftir á oyggjaleikunum.
Tey fýra heiðursmerkini, sum Helgi fekk vóru gjørd av øllum trimum sløgunum. Ein gull, tvær silvur og ein bronsa.
? Bronsan kundi væl verið gull, men bara tað er metall, so eri eg væl nøgdur, segði Helgi Winther Olsen eftir heiðursmerkjahandina mikudagin.
? Hetta var ordiliga lekkurt., sigur hann meðan hann tekur um tey fýra heiðursmerkini, sum hanga um hálsin.
? Serliga hendan, sigur hann og tekur gullið fram. ? Hesa vildi eg hava. Eg veit, at tað er í gólvi og ringunum, at eg eri suverenur, og tað var har, at eg vildi hava heiðursmerki.
Helgi sigur, at silvuri í barr kom eisini væl við, tí tað er so nýliga, at hann er byrjaður við barr.
? At tað er so stutt síðani at eg eri byrjaður, og at eg fái heiðursmerki vísir, at tað sum eg geri er rætt. Fólk hava spurt meg frammanundan, hvat eg hevði væntað, og hetta er tað, sigur Helgi.

Satsaði

Heiðursmerkini hjá Helga vóru vunnin í ringum - gull, lopi - silvur, barr - silvur og á gólvinum fekk hann bronsu.
? Tá tú ert á gólvinum, so fært tú bonus fyri ymsar kombinatiónir. Eg visti áðrenn, at tann sum var frammanfyri meg var góður. Og eg kundi gjørt tað lættari, og spælt tað trygt, men eg satsaði. Eg visti frammanundan, at um eg skuldi hava nakran møguleika at vinna, so mátti eg satsa, so tað kiksaði. Men tað kundi líka so væl verið ein gull afturat sum ein bronsa, sigur føroyski fimleikarin.
Helgi var tann einasta føroyski fimleikarin, sum var við í øllum seks kappingunum mikudagin. Kappast var í lopi, á gólvinum, í rekk, beinsvingi, barr og ringum.
Tað gekk eitt sindur misjavnt, men tá alt kom til alt, so var tað bara í rekk og í beinsvingi, at Helgi ikki fekk nakað heiðursmerki, har hann endaði á ávíkavist sjeynda og fimta plássi.
? Nú er fríggjadagurin eftir, og tá er tað ein bundin kapping. Eg eri varandi meistari har, men eg vænti ikki, at eg megni at varveita heitið.
? Eg vóni at vera frammalaga í gólvi. Har gongur tað út uppá, at avrikið er so vakurt sum gjørligt. Men har er ein rímiliga torfør kombinatión við, sum eg ikki eri so stinnur í, sum aðrir eru stinnir í, so hetta er ikki ordiliga mítt. Onnur ár hevur tað verið til mín fyrimun, men nú er hann so farin til onkran annan.
Sum sagt, so væntar Helgi ikki, at hann klárar at verja oyggjaleikagullið frá 2001, men um eitt heiðursmerki kemur undir land, so er hann nøgdur.