Hetta var ein lætti

Liðformaðurin hjá Skála, Pauli G. Hansen, var einsamallur málskjútti móti B36. Brotssparksmálið bar sigurin og harvið trý kærkomin stig við sær, og Pauli var saman við liðfeløgunum ovurfegin, tá ið dómarin hevði bríkslað fyri síðstu ferð:
- Sigurin hevði ógvuliga stóran týdning fyri okkum. Úrslitini hjá hinum botnliðunum lagaðu seg soleiðis, at vit nú eru longri frá hóttanini av niðurflyting, enn vit leingi hava verið, og tað er ein lætti, nú vit hava stutta summarfrí frá landskappingini og næstu dagarnar fara at hugsa um ferðina til Kristiansand.
Pauli heldur, at tað leingi hevur verið greitt, at liðið hevur verið betri, enn úrslitini og harvið stigatalvan hevur bent á.
- Vit hava ikki megnað at fingið neyðugu úrtøkuna, og tað hevur kostað, at vit hava verið illa skaðaplágaðir. Nú sær betri út, og vit hava gott mót. Men enn eru vit ikki púra leysir úr botninum, og tað skal arbeiðast fyri søkini.