- Hetta var ein sorgfullur dagur

- Almannaverkið vil ikki longur rinda fyri, at sonur mín fær hjálp uttanlands, sigur Maud Wang Hansen.

- Hetta hevur verið ein sorgfullur dagur. Altjóða autismu-dagurin. Henda dagin og mangar aðrar dagar havi eg roynt at fáa landsins myndugleikar at hjálpa soni mínum, sum hevur autismu-brek, aspergers syndrom.

 

Soleiiðis segði Maud Wang Hansen á altjóða autismu-degnum í gjár.

 

Hon legði aftrat, at sonur hennara hevur eittans ynski, og tað er at sleppa at búgva á Bornholm, har hann hevur búð seinastu árini.

 

- Hann treivst væl og hevði ein toluligan gerandisdag har. Á Bornholm hevði hann eitt netverk av vinfólkum og persónligan stuðul.

 

Maud Wang Hansen sigur, at sonur hennara var havsvimjari, og at hann fyri tað mesta var ein glaður og hjálpsamur maður.

 

- Nú er hann aftur í Føroyum, tí Almannaverkið vil ikki longur rinda fyri, at hann fær hjálp uttanlands. Her trívist hann ikki. Hann hevur einki netverk, ongan persónligan stuðul og situr hvønn dag einsamallur.

 

Hon leggur aftrat, at sonur hennara er ikki glaður, men keddur, og hon endurtekur, at hann hevur eittans ynski - aftur at sleppa at búgva á Bornholm.

 

- Sambært ST sáttmálanum fyri fólk, sum bera brek, er tað ein mannarættur at velja, hvar ein vil búgva. Henda rætt virða vit ikki í Føroyum, tí sonurin kann ikki fáa hjálp til at flyta niður aftur.

 

Og Maud Wang Hansen endar við hesum orðum:

 

- Mín spurningur er, hvussu vit staðfesta ST sáttmálan, og hvat skal til fyri at vit røkka málinum hjá hvørjum einstøkum - eisini fólki við autismu?