? Hetta var ein stórur lætti

Harða stríðið í Tjóðveldisflokkinum seinasta hálva árið skaddi ikki flokkin, og formaðurin kom styrktur frá fólkatingsvalinum týskvøldið. Nú skal ein loysn finnast, so flokkurin ikki endar aftur í sama ruðuleika, sigur Høgni Hoydal

Høgni Hoydal hevur meira enn einaferð síðstu mánaðirnar verið trongdur upp í ein krók. Innanhýsis stríðið við Torbjørn Jacobsen hevur verið slítandi fyri hann og flokkin, og tí var stórur spenningur um, hvussu Tjóðveldisflokkurin og serliga formaðurin fór at klára fólkatingsvalið hesaferð.
Úrslitið var ein álitisváttan til Høgna Hoydal, sum fekk enn fleiri atkvøður enn á tí frálíka valinum fyri trimum árum síðani. Flokkurn varðveitti sítt umboð í fólkatinginum, og einki spurnartekin kann setast við styrkina hjá formanninum í Tjóðveldisflokkinum.

Ein stórur lætti
Høgni Hoydal fór úr 2640 atkvøðum í 2001 og upp í 2799 atkvøður hesaferð. Framgongd, sigur og ein lætti.
? Ja, tað kendist sum ein stórur lætti, at valið varð so gott. Tað var sum ein stór byrða fór av herunum, sigur Høgni Hoydal.
? Flokkurin hevur verið ígjøgnum eina trupla tíð, men vit fingu eina álitisváttan sum flokkur á hesum valinum.

Nú skal friður valda
Samstundis sum Høgni Hoydal staðfesti sína støðu sum leiðari í Tjóðveldisflokkinum, fekk Torbjørn Jacobsen eisini fleiri atkvøður.
Tað hevur leingi verið hildið, at báðir politikararnir kundu ikki halda fram í flokkinum eftir harða stríðið teirra millum, men nú eru aðrir tónar at hoyra.
? Vit tóku eitt time-out áðrenn fólkatingsvalið, og eg haldi, at veljarin nú hevur sagt sína greiðu hugsan um, at vit mugu finna eina loysn í flokkinum, so at vit ikki enda aftur í sama ruðuleika sum áðrenn valið. Og tað ætli eg mær at arbeiða fyri, sigur Høgni Hoydal.

Samstarv kann halda fram
Høgni Hoydal var í 2001 valdur í fólkatingið, og hann megnaði at endurvinna sessin á valinum hesaferð.
Tað sama gjørdu hinir báðir fólkatingslimirnir úr Grønlandi, sum hann hevur arbeitt saman við í Norðuratlantsbólkinum.
? Eg tosaði við annan teirra í nátt, og tað er ein møguleiki fyri, at vit halda fram við Norðuratlantsbólkinum, sigur Høgni Hoydal.