Hetta var eitt vónbrot

Fróði Benjaminsen er framvegis maðurin, ið gleðiliga gongur undan á miðvøllinum, tá stóru tøkini skulu takast, men tapið ímóti írum í gjárkvøldið helt hann vera ov stórt
– Kenslan eftir henda dystin er vónbrot, tí 4-1 er alt ov nógv at tapa. Men tað bleiv trupult hjá okkum, tá teir skoraðu beinanvegin í seinna hálvleiki, og tað bleiv ikki frægari av, at teir so fingu eitt mál aftrat, áðrenn vit høvdu fótað okkum. Vit trúðu upp á tað, tá vit høvdu minkað um munin, men so kom triðja málið, ið fekk okkum at fara eitt sindur niður.
Tað sigur royndasti spælarin á dagsins útgávu av landsliðnum, 34 ára gamli Fróði Benjaminsen, sum síðani fyrsta dystin í august 1999 hevur spælt 73 landsdystir og skotið fimm mál. Hesir 73 dystirnir eru líka nógvir sum Jákup Mikkelsen, men 10 færri enn Óli Johannesen, ið eigur føroyska landsdystarmetið við 83 dystum.
Hóast tað hevur ligið á ljóði, at Fróði nú skal hava hug at slakka eitt sindur av við fótbóltinum, hava dystirnir ímóti Svøríki og Írlandi ikki víst stórvegis til rust ella onnur ellistekin, og framvegis er Fróði maðurin, ið gleðiliga gongur undan á miðvøllinum, tá stóru tøkini skulu takast.
Hann heldur eisini øll kortini rættiliga tætt at kroppinum, tá vit spakuliga bera evnið upp á mál:
– Har eru nógvir ungir spælarar, sum gera tað øgiliga gott, og flestu teirra eru blaðungir og koma frá U21-landsliðnum, so vit hava nógv gott fólk, sum er á veg fram. Sjálvandi skal liðið helst vera ein blandingur av yngri og royndari spælarum, men eg dugi illa at svara tær, hvussu verður hjá mær, sigur Fróði Benjaminsen.
– Eg hugsi sjálvandi altíð um, hvat eg havi at tilføra, og tað er altíð trupult at gevast. Serliga er tað trupult at gevast á landsliðnum, tí tað er jú ein heiður at umboða Føroyar upp á tann mátan. Um eg so haldi fram, so leingi boð eru eftir mær, er ein góður spurningur, tí tað ræður eisini um at vita, nær man skal gevast.