Hetta var góð søga í Klaksvík

Í juni var vøksturin í skattainntøkuni hjá Klaksvíkar kommunu væl størri, enn hann annars hevur verið higartil í ár

Símun á Høvdanum hevur tikið fínu myndina av Klaksvík

Tað hevur gingið eitt sindur striltið við vøkstrinum í skattainntøkum í Klaksvík higartil í ár. Fram til og við mai mánað var samlaði vøksturin 2,7 prosent, sum svarar til 2,5 milliónir krónur. Harvið hevur tað kenst ivasamt, um inntøkan fyri árið fór at verða tær 15 millilónirnir hægri í ár. Hetta er tað, sum býráðið í síni fíggjarætlan hevur roknað við.

 

Nú fyribilsskattatølini fyri juni eru tøk sæst, at juni mánaður var rættiliga góður hjá Klaksvíkar kommunu. Vøksturin í kommunuskattinum var 13,7 prosent ella 2,5 milliónir krónur. Fyrra hálvár í ár var vøksturin í skattainntøkuni hjá Klaksvíkar kommunu 4,97 milliónir krónur ella 4,49 prosent.

 

Í trimum av hinum fýra kommununum í Norðoyggjum hevur talan verið um vøkstur í skattainntøkunum fyrra hálvár í ár.

 

Undantakið er í Fugloyar kommunu, har talan fyrra hálvár í ár er um afturgongd upp á 3,12 prosent, sum svarar til 41.546 krónur. Lutfalsligu tølini svinga rættiliga nógv frá mánað og til mánað í Fugloyar kommunu. Tað sæst eitt nú í juni mánað, tá ið minni inntøkan var 11,14 prosent. Talan er um fáar skattaborgarar, og tá ið talan er um hýrur frá skipsmonnum, sum verða skattaðar, so kann talan vera um stórar broytingar.

 

Í Viðareiðis kommunu er meirinntøkan fyrra hálvár í ár sammett við sama tíðarskeið í fjør 985 túsund krónur ella 14,79 prosent.

 

Í Hvannasunds kommunu er meirinntøkan fyrra hálvár í ár sammett við sama tíðarskeið í fjør 414 túsund krónur ella 5,52 prosent.

 

Í Kunoyar kommunu er meirinntøkan fyrra hálvár í ár sammett við sama tíðarskeið í fjør 192 túsund krónur ella 7,91 prosent.

 

Símun á Høvdanum hevur tikið fínu myndina av Klaksvík