Hetta var gott!!

Høgni og hansara menn byrjaðu konsertina í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið heilt frammi á pallinum, har allir stóðu lið um lið. Lívligt frá byrjan. Tað sást og hoyrdist beinanveg, at hetta bleiv ein góð framførsla. Høgni við sangi, guitara og munnhørpu.

 

Nøkur nýggj løg vóru á sangskránni og tey sótu væl, hóast tað ofta er torført at meta, tá ein hoyrir løg fyrstu ferð framførd live á palli.

 

Høgni og hansara menn gerast betri og betri. Ein væl spælandi og væl samanspældur bólkur. Orka í framførsluni, har teir veruliga tóktust at hugna sær. Hetta var gott!! Hvørki meira ella minni.

 

Og Høgni Lisberg fekk somikið av lógvabrestum, at verturin, Elin Heinesen, mátti vita, um áhugi var fyri einum eykalag, og so spældu teir lagið Just Dig, sum fleiri óivað bíðaðu eftir, Eitt ómetaliga vælsvingandi lag, ið fellur væl í oyruni.

 

Høgni og hansara menn eru á veg frameftir og tykjast menna seg sum bólk.