Hetta var øgiliga stórt vónbrot

Væl skipaðu og røsku føroyingarnir hildu tørn, inntil Skotland lítla løtu undan at vanliga leiktíðin var farin skoraðu sigursmálið

Hetta man vera størsta vónbrotið í langa tíð hjá føroyska landsliðnum. Í september avrikaði føroyska liðið framúr ímóti Danmark, sum skoraði sigursmálið, tá ið bafra heilt fáir minuttir vóru eftir.

 

Í kvøld var Skotland mótstøðuliðið. Stjørnur úr bestu deildini í Onglandi bjóðaðu føroyingum av. Tað endaði aftur 1-0 til gestirnar, og vónbrotið kennist meinari, enn tað var, tá ið Danmark í síðstu løtu skoraði sigursmálið.

 

Ímóti Danmark vístu føroyingar fínan hugburð, og donsku heimsstjørnurnar høvdu ilt við at mynda stórar málmøguleikar.

 

Í kvøld var hugburðurin tann sami, og í kvøld spældu føroyingar seg til í minsta lagið fimm heilt stórar málmøguleikar, men tað eydnaðist ikki at fáa bóltin í málið.

 

Í seinna hálvleiki øktist skotska trýstið, men so kløkkaðu føroyingarnir av álvara mótstøðumenninar, tá ið tvey tey bestu álopini í øllum dystinum endaðu við stórum føroyskum álopum. Í tí fyrra førinum var tað Brandur H. Olsen, sum spældi 50 dystarmannin Gilla R. Sørensen í høgru, hann sneiddi seg leysan í brotsteiginum og legði bóltin fyri føturnar á Halli Hansson, sum av brotsteigarmarkinum smekkaði til, og bólturin streyk dygst framvið stólpanum. Og so var tað, tá ið eyðsýndi Ári Mohr Olsen eftir gínt álop í vinstru streyk til baklinjuna og legði út frá, har støðan var vandamikil, men tað spurdist einki burturúr.

 

Tað lá í luftini, at tað fyri triðju ferð skuldi eydnast at vinna eitt stig á heimavølli ímóti Skotlandi, men tað eydnaðist ikki. Føroyar mistu bóltin frammarlaga í vinstru eftir innkast, skotar gjørdu skjótt av, og tað endaði við innleggi úr vinstru og til handara stólpa, har Lyndon Dykes úr stuttari fjarstøðu stýrdi bóltin í málið. Tað tók fleiri minuttir hjá dómaranum og VAR at gera av, at málið varð ikki skorað við hondini, og so taptu Føroyar.

 

-Eg havi ikki orð fyri, hvussu vónbrotin eg eri. Vit hava hildið tørn og bjóða stórari fótbóltstjóð av, men fyri aðru ferð í heyst tapa vit, staðfesti føroyski málverjin Teitur Matras Gestsson, sum hevði fleiri fínar bjargingar við fótparadum.

 

-Avrikið var gott, men tað nyttar ikki at reypa. Tað kunnu vit gera, tá ið vit vinna stig ímóti stórari fótbóltstjóð, staðfesti liðformaðurin Hallur Hansson.

 

 

 

Føroyar – Skotland 0-1 (0-0)

 

0-1: Lyndon Dykes 86.

 

Føroyar: Teitur Matras Gestsson – Gilli Rólantsson Sørensen, Odmar Færø, Heini Vatnsdal (Hørður Askham, 58.), Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen (Petur Knudsen, 59.) – Hallur Hansson (John Frederiksen, 91.), Brandur H. Olsen, Gunnar Vatnhamar, Ári Mohr Jónsson – Jóan Símun Edmundsson (Klæmint A. Olsen, 93.)

 

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Gunnar Nielsen, Mattias H. Lamhauge, Jóannes K. Danielsen, Jóannes Bjartalíð, Sølvi Vatnhamar, Tróndur Jensen, Hannes Agnarsson

 

Gult kort: Brandur Hendriksson Olsen

 

Venjari: Håkan Ericson

 

Hjálparvenjari: Eli Hentze