Eg eri vísur í, at tað eru ikki kollfirðingar, sum so, ið standa aftan fyri ógvusliga skeltið, sum varð sett upp við munnan á Kollafjarðartunlinum í morgunferðsluni í morgum. Tað sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar Kommuna.
Øll, sum komu norðan av oyggj til Havnar í morgun, rendi seg í eitt stórt skelti við Kollafjarðartunnilin við tí ógvusliga boðskapinum, at Heðin Mortensen tekur ímóti blóðpengum við tað, at russisk skip sleppa at brúka havnarløgini í kommununi.
Les meiri um tað her: Kollfirðingar mótmæla ímóti russiskum skipum
Heðin Mortensen heldur, at hetta skelti sigur meiri um tey, sum hava sett tað upp, enn tað sigur um hann. Men hann er eisini vísur í, at tað eru ikki kollfirðingar sum heild, ið standa aftan fyri hetta, men at tað bara eru nakrir heilt fáir einstaklingar.
– Hatta er ein ógvusligur boðskapur, sum fer um allan heim. Hatta var ikki hugaligt at vakna upp til, men er eri eisini vísur í, at tað er ikki almenningurin í Kollafirði, sum finnur upp á slíkt. Heldur eru tað nøkur huldufólk, sum ikki tora at vísa seg alment.
Heðin Mortensen dylir tískil heldur ikki fyri, at hann hevði vildi fegin, at fólk, sum ikki eru samd í hesum, gera vart við seg, tí, tann, sum tegir, hann samtykkir, sigur hann. Eg hevði einki havt ímóti at fingið eitt positivt signal frá kollfirðingum, leggur hann afturat.
Men annars staðfestir borgarstjórin, at adressan er skeiv, tí kommunan fylgir øllum lógum og reglum um dálking, larm og eisini um, hvørji skip sleppa at brúka havnirnar.
– Skulu broytingar gerast, er tað í Løgtinginum at tær skulu gerast, so tað er tann rætta adressan, so eg dugi ikki at síggja, hvat eg havi gjørt meg sekan í. Men er tað kortini onkur sum heldur, at rætta adressan er hjá borgarstjóranum, eru tey vælkomin oman á Vaglið at tosa við meg, og so kundi eg greitt teinum frá, hvussu lógir og reglur eru. Tað hevði verið mansligari, sigur hann.
Hann veit ikki um tey hava nýtt høvi til at gera vart við seg upp á hendan ódámliga mátan, nú heimspressan er í Føroyum í sambandi við at danski forsætisráðharrin, og fleiri ráðharrar úr Dannark, og Grønlandi, eru í Føroyum.