Í kvøld var síðsti dystur í triðja umfari í næstbestu deildini. Hann var við Løkina í Runavík, har teir næstbestu hjá NSÍ høvdu vitjan av FC Suðuroy.
Gestirnir fóru suður aftur við stórtapi. Úrslitið var 7-2 til NSÍ. Hetta er størsti sigur, sum nakað lið í deildini hevur vunnið í trimum teimum fyrstu umførunum.
Tá ið tað varð bríkslað fyri hálvleiki bendi einki á, at talan fór at verða um so trivaligan sigur. Tá var støðan 2-1. Jørgen Nielsen, sum skoraði hattrikk, setti hol á, tá ið eitt korter var farið, men fimm minuttir undan steðginum javnaði Christian Njøten fyri FC Suðuroy. Tað gingu bara tríggir minuttir, so var tað 2-1 til heimaliðið. Jógvan Højgaard skoraði.
Fyrstu løtuna eftir steðgin gekk tað heilt skjótt, tí tá ið umfarið var 13 minuttir gamalt, var støðan 5-1. Málskjúttar vóru Jørgen Nielsen, Atli D. Petersen og Aron Knudsen.
Fimm minuttir seinni økti Jógvan Højgaard um munin til 6-1, tá ið hann umsetti brotsspark til mál, og eitt stórt korter undan leikloki var Jørgen Nielsen upp á spæl fyri triðju ferð.
Reidar Dahl Joensen minkaði um munin til 7-2, tá ið tað restaðu seks minuttir. Tað var við brotssparki.
NSÍ er næstfremst við sjey stigum. Tað eru tvey stig fram til Skála og eitt stig aftur til Víking og HB. FC Suðuroy er á sjeynda plássi við fýra stigum.
Í fjórða umfari, 1. apríl, sum er skírisdagur, skal NSÍ spæla á útivølli ímóti B71, og tá fær FC Suðuroy vitjan av Skála, sum er topplið.