HB vann í góðveðrinum í kvøld 7-0 á Tórsvølli ímóti uppflytarunum í 07 Vestur. Hetta er størsti sigur yvirhøvur í fýra teimum fyrstu umførunum. Hálvleiksstøðan var 3-0.
Fyrsta løtan var sonn marra hjá 07 Vestur. Hjá undirtippaðum liði ímóti HB í Gundadali snýr tað seg altíð um at halda tætt sum longst. Hvør minuttir, uttan at heimaliðið skorar, telur upp á kontuni hjá gestunum.
Tí var tað øgiligt skot fyri bógvin, tá ið Mikkel Dahl longu í fyrsta minutti – og eftir upplegg frá Mads Bo Mikkelsen – setti hol á við stútara. Tríggjar minuttir seinni var 2-0. Málskjútti var René S. Joensen, og uppleggið átti Mikkel Dahl.
Higartil í ár hevur tað ikki riggað so væl hjá Mikkel Dahl, sum tað gjørdi í fjør. Í dag var hann við í heilt nógvum. Hann skoraði fyrsta málið, legði upp til annað málið, og hann skoraði bæði triðja og fjórða málið.
Í 19. minutti var 3-0 úr eitt sindur spískum í vinstru Tað, ið eftir var at fyrra hálvleiki, hevði HB heilt nógvar støður, og heimamenninir svumu í málmøguleikum, uttan at tað eydnaðist at fáa bóltin í málið. Eitt nú varð aftur og aftur staðfest, at Adrian Justinussen hevur ikki marginalirnar við sær soleiðis, sum hann hevði fyrstu umførini í fjør. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki royndi hann seg við brotssparki, men Silas Eyðsteinsson í 07 Vestur málinum bjargaði.
Fyrsta løtan eftir steðgin minti nógv um fyrstu løtuna í fyrra hálvleiki. Mikkel Dahl økti í 46. minutti um munin til 4-0, tá ið hann hegnisliga lyfti bóltin upp um málverjan, og fimm minuttir seinni umsetti Daniel Johansen brotsspark til 5-0. Mads Boe Mikkelsen átti aftur uppleggið, tá ið Mikkel Dahl miðskeiðis í seinna hálvleiki økti til 6-0 og varð ferfaldur málskjútti.
Stefan Radosavljevic varð beinanvegin eftir steðgin skiftur inn, og í tíðini, sum dómarin legði aftrat, staðfesti hann 7-0 sigurin eftir einmansavrik í vinstru.
07 Vestur hevði onkran einstakan málmøguleika bæði í fyrra og í seinna hálvleiki. Heildarmyndin var tó, at á miðvøllinum og í verjuspælinum vóru gestirnir spældir sundur og saman. Um heimamenninir høvdu verið neyvari, kundi sigurin verið uppaftur størri.
https://www.in.fo/ferdastiforoyum/myndasavn-forsida/?tx_fsmediagallery_mediagallery
HB – 07 Vestur 7-0 (3-0)
1-0: Mikkel Dahl 1.
2-0: René S. Joensen 4.
3-0: Mikkel Dahl 19.
4-0: Mikkel Dalh 46.
5-0: Daniel Johansen br 51.
6-0: Mikkel Dahl 64.
7-0: Stefan Radosavljevic 94.
Dómari: Bjarki Danielsen
HB: Teitur Matras Gestsson – Heri Hjalt Mohr, Bartal Wardum, Hørður H. Askham – René S. Joensen, Dan í Soylu, Heðin Hansen – Adrian Justinussen, Mikkel Dahl, Mads Bo Mikkelsen
07 Vestur: Silas Eyðsteinsson – Asbjørn Heðinsson, Dann Fróðason, Heine Mortensen, Jóannis á Steig - Martin Tausen, Martin H. Pettersen – Teitur Olsen, Ragnar Weihe, Teitur Olsen – Erling Flovte Myklebust