Eysturbrúgv, Keypmannahavn: Um kvøldarnar, eftir tað var vorðið myrkt, plagdi Jacob Andersen at taka plátuspælaran og plátuna hjá John Fogerty, Green River, við inn í kamarið. Við einum tennisketsjara í hondini stóð hann so framman fyri vindeyganum og spældi við speglmyndini, at hann var sangari.
Í dag kann hann av røttum eisini kalla seg sangara. Harafturat er hann júst afturkomin av eini konsertferð í Norðanlondum við júst sama manni, sum stendur aftanfyri Green River plátuna. Hansara stóra fyrimynd.
- Eg havi ikki fatað tað enn, at eg havi verið á konsertferð við honum. Hann er mín stóra hetja, so tað er heilt fantastiskt, greiðir Jacob Andersen frá.
Hann stendur nú eftir sum tann seinasti og størsti, um ein so kann siga, vinnarin av sangkappingini hjá DR, Stjørna í eitt kvøld.
Takksamur
Í løtuni hevur Jacob Andersen úr at gera, tí fyrst í apríl mánaði verður fløga hansara, Make it better, endurútgivin. Harafturat skal hann runt á konsertferðir heilt til einaferð í summar, so nú er veruliga ferð komin á innan tónleikaheimin hjá 33 ára gamla manninum úr Keypmannahavn.
- Hetta kennist so ótrúligt, framúrskarandi, og eg eri ógvuliga takksamur fyri at vera her í dag. Men tað er eisini stressandi. Eg havi úr at gera, og tað er ferð á alla tíðina, sigur Jacob.
- Eg haldi tó, at eg sum persónur havi ikki verið til reiðar fyrr enn nú. Eg dugi betri at njóta tað, men hetta hevur absolutt verið vert at bíða eftir.
Hann ásannar tó, at arbeiðið hevur við sær, at til tíðir er noyddur at vera burtur frá soninum, Malte.
- Hinvegin, so tá eg eri heima, so eri eg heima. Nú er hann eisini vorðin so gamal, at tað ber til at tosa eitt sindur í telefon saman.
Jacob greiðir frá, at hann roynir eisini at taka hann við, tá hann skal spæla til konsertir, um tað ber til.
- Eg royni bara at fáa hann at skilja, hvat tað er, eg geri. Og at eg ikki velji hann frá, men at hetta er mítt arbeiði, og soleiðis er støðan bara.
Heilt serligt
Jacob hevur verið fleiri ferðir í Føroyum. Eisini áðrenn hann var við í Stjørna í eitt kvøld. Og onkursvegna, so venda Føroyar altíð aftur í hansara lívi.
- Orsakað av Guðrun, so venda Føroyar sjálvandi nógv aftur í mínum lívi, men eisini aðrastaðni. Óli Poulsen setti seg í samband við meg og bað meg syngja kór á fløguni hjá Sanne Salemonsen, og so er grannin hjá mær eisini føroyingur. Føroyar hanga bara við, flennir Jacob.
Keypmannahavnarin er ógvuliga glaður fyri Føroyar, tí hann heldur, at tað er nakað heilt serligt við landinum.
- Onkursvegna verði eg so skapandi, tá eg komi til Føroyar. Millum annað skrivaði eg heitislagið til fløguna hjá mær, Make it better, í Føroyum.
Hann dugir ikki heilt at seta fingurin á júst, hvat tað er við Føroyum. Men hann tykist hjartaliga bergtikin av landinum.
- Hetta ljóðar kanska eitt sindur býtt, men eg kenni meg nærri Gudi, tá eg eri í Føroyum. Kanska tað eru fjøllini, men nú komi eg so úr einum stórbýi, so tað er heilt øðrvísi at koma til Føroya.
Jacob skal nevniliga til Føroya at hava konsertir í mai mánaði, og tað gleðir hann seg nógv til. Hann greiðir frá, at hann roynir at skipa soleiðis fyri, at bæði unnustan og sonurin kunnu koma við til Føroya.
- Og so hava tit eisini tað feitasta spælistaðið, leggur hann afturat. Hann sipar her til Mentanarhúsið í Fuglafirði.
- Um tað lá í Keypmannahavn, so hevði tað verið stúgvandi fult hvørt vikuskiftið. Ljóðviðurskiftini eru jú framúr, og tað líkist eini sovorðnari lítlari rock-café, heldur hann.
Hann er eisini ógvuliga bergtikin av føroyskum tónleiki. Hann nevnir millum annað bæði Eivør og Teit, sum tveir fantastiskar sangarar.
Fingið sjálvsálit
Sangkappingin Stjørna í eitt kvøld hevur givið Jacob sjálvsálit, heldur hann sjálvur. Sjálvsálit at trúgva uppá tað, hann ger og lært hann at duga betri at selja seg sjálvan.
- Tað er helst tað, eg havi dugað ov illa fyrr. Eg tordi ikki, tí eg var ov bangin fyri at verða vístur burtur.
Men hóast nógvu umtaluna, plátusáttmál og nógvu konsertirnar, so tykist Jacob sum ein maður, sum megnar at halda bæði beinini á jørðini.
- Eg royni í øllum førum. Um tað gongur illa, so seti eg stikkið í til hann har uppi, greiðir Jacob, meðan hann vendir eygunum uppeftir.
Hann viðgongur tó, at viðhvørt missir hann sambandi við jørðina, men sum heild roynir hann at spyrja um ráð og lurta eftir tí, ið sagt verður við hann.
- Eg veit av royndum, at hetta fer ikki at halda fram. Beint nú vilja øll hava eitt stykki av køkuni, men fyri tað skal eg ikki missa tamarhaldið á mær sjálvum.
- Ein kann siga tað, ein vil um Stjørna í eitt kvøld. At tað er ein kapping og "buh-bæ", men hon hevur púra broytt mítt lív. Eg eri vorðin meira útvendur, og harvið gjørt mínar veiku síður til styrkir.
Stuðul nógv at siga
Jacob ásannar, stuðul frá familjuni hevur alt at siga í hansara arbeiði. Hann greiðir frá, at fyrstu ferð hann skuldi til upp-tøkuroynd fyri at vita, um hann slapp at luttaka í Stjørna í eitt kvøld, var tað Rikke, ið fekk hann avstað. Systir Jacob hevði meldað hann til, men tá morgunin kom, har hann skuldi avstað, tímdi hann ikki, tí hann hevði timburmenn. Tá var tað at Rikke bað hann lyfta endan og fara avstað.
- Rikke (unnustan, blaðkv.) hevur stuðlað mær ótrúliga væl. Og eg skyldi henni nógv. Tað royni eg eisini at minna meg sjálvan á.
Hóast hann er nógv heimanfrá, so sigur hann, at tey royna saman at leggja eitt felags familjulív saman við Malte. Tað kann vera torført, men tað er málið.
- Millum annað hava vit lagt ætlanir um eina deiliga feriu, tá konsertferðin hjá mær er liðug í summar. Tað er soleiðis tað skal vera. At hava felags dreymar og felags mál og stremba eftir tí.
Nýtir tað
Keypmannahavnarin heldur, at av einum tónleikara krevst, at ein er í gongd alla tíðina. Tað verið seg við konsertum og at gera nýtt tilfar.
- Tað er júst hetta, sum eg haldi er so dragandi í hesi vinnuni. Mær dámar at vera skapandi. Eg njóti at skriva sangir. Har er okkurt fordjúpandi við tí, og tað er eitt gott stað at vera.
Sjálvt um arbeiðið kann vera strævið, og tað fylgir nógv ferðing við, so er tað týðiligt, at hetta er júst tað, Jacob brennir fyri. Honum dámar væl at ferðast, men viðgongur tó, at eftir at hava sitið í einum bussi í 16 tímar, so gerst ein sanniliga eisini móður.
- Men um tað so bara eru tvey fólk í salinum, sum eru glað og nøgd, so er tað alt vert, staðfestir hann.
Og tað er eisini ein av orsøkunum, hann tímur so væl til Føroya.
- Eg leggi onki í, um vit skulu flúgva og sigla og koyra. Tað er tað vert!
Ein av dreymum hansara snýr seg eisini um Føroyar, har hann kundi hugsað sær at steðga í eina tíð fyri at skriva, og síðan tikið teir upp í einum studio í Føroyum.
Nú er Jacob júst farin undir ein "center-tour" runt um í Danmark, og síðani skal hann millum annað hita upp saman við Guðrun til stóra tiltakið í Parkini, "Once upon a time" í sambandi við 200 ára føðingar-dagin hjá H.C. Andersen. Og so síðst í mai mánaði skal hann til Føroya at hava tvær konsertir.
- Og tað gleði eg meg eisini til, sigur Jacob Andersen at enda.