Hetta virkar óveruligt

- Eg fari ikki at sakna gomlu farleiðina, sigur Palli á Lava Olsen.

 

Hvør er kenslan, nú Sandoyartunnilin er ein veruleiki?

 

- Tað virkar óveruligt, men sera spennandi, sigur Palli á Lava Olsen í Skálavík.

Hvønn týdning heldur tú, at tunnilin fer at fáa fyri Sandoynna?

- Eg trúgvi, at tunnilin fer at fáa alstóran týdning fyri Sandoynna.

Sært tú nakrar vansar við fasta sambandinum, sum nú verður?

- Eg síggi sum so ongar vansar. Hetta er jú framtíðin fyri hetta økið.

Fert tú at sakna gomlu farleiðina við Teistanum um Skopunarfjørð? 

- Nei, eg fari ikki at sakna gomlu farleiðina, sigur Palli á Lava Olsen.