- Tað var hin 21. februar í fjør, at vit løgdu til brots við Eysturoyartunlinum, sum er størsta samferðsluverkætlan í søgu Føroya, og nú verður fyrsta skot latið av fyri Sandoyartunlinum, sum er annar parturin av hesi somu stóru verkætlan.
Løgmaður, Aksel V. Johannesen, vísti við hátíðarløtuna á Sandi í dag á, at hesin dagur er byrjanin til enn eitt stórt framstig í føroyskari samferðslusøgu. Føroyar taka eitt risa fet inn í framtíðina, og hetta er samstundis ein søguligur møguleiki fyri framburði fyri Føroyar.
- Við áhaldandi at stytta um ferðatíðirnar millum tey ymisku økini í landinum, økja vit um møguleikarnar fyri bæði menning og trivnaði í øllum Føroyum. Tað er í tí ljósinum, at vit skulu síggja hesa íløguna. Um fá ár verða eisini tit sandoyingar munandi nærri almennum tænastum og tilboðum, sum kanska bert finnast í meginøkinum.
Løgmaður vísti á, at tað, sum í dag tekur ein tíma ella kanska enntá meira við bíðitíð, fer einans at taka umleið 20 minuttir - hiðani úr Traðardali og inn í miðbýin í Havn. Hetta verður av sonnum ein kollvelting!
- Í veruleikanum er tað torført at ímynda sær, hvussu stór broytingin verður fyri tykkum, sum búgva her, og sjálvandi eisini fyri okkum onnur, ið kanska síggja tað sum eina minni fyritøku at koma henda vegin.
Aksel V. Johannesen segði, at sandoyartunnilin fer at skapa betri grundarlag fyri enn størri trivnaði í oynni, tí tað verður nógv lættari atgongd til frítíðar- og mentanartilboð í høvuðsstaðarøkinum og aðrastaðni í landinum við. Eisini fer hetta at skapa betri fortreytir fyri nýhugsan og harvið menningarmøguleikum.
- Vit mugu sanniliga ikki gloyma, at vit, sum búgva á meginøkinum, gleðast eisini, tí vit fáa eisini lættari atgongd til Sandoynna og tær náttúru- og mentanarperlur, sum tit kunnu bjóða, eins og okkara bústaðarmøguleikar eisini gerast fjølbroyttari.
Løgmaður nam eisini við tryggleikan við einum Sandoyartunli og segði, at teinurin til Landssjúkrahúsið verður munandi styttur og ikki tengdur at nakrari ferðaætlan.
Hann vísti á, at fyri tey, sum dagliga pendla millum heim og arbeiðspláss, verður tað eitt ómetaliga stórt framstig, tá koyrandi verður ígjøgnum tunnilin.
- Hetta fer bæði at lætta og stytta munandi um tykkara arbeiðsdag. Við tunnilsfarleiðini verður Skopunarfjørður ikki longur ein avbjóðing á vetrardegi, segði Aksel V. Johannesen m.a. i røðu síni við hátíðarhaldið í dag.