Tað eru ikki nógvir brikkar fluttir eftir samráðingarfundin ígjár ímillum Reiðarafelagið og tey trý manningarfeløgini, sum eru Fiskimannafelagið, Maskinmeistarafelagið og Skipara- og Navigatørfelagið. Fólk, sum vóru við í samráðingunum siga, at tað hendi at kalla ongin framstig á fundinum og formaðurin í Maskinmeistarafelagnum, Páll Hansen, staðfestir rætt og slætt: Hetta verður tungt.
Sostatt heldur hann, at útlitini fyri eini semju eru døpur og tað er hann ikki einsamallur um.
Formaðurin í Reiðarafelagnum,Viberg Sørensen, hevur ikki nógv annað at siga enn at tað gongur sína gongd og at samráðingar verða aftur tær næstu dagarnar.
- Samráðingar kunnu taka drúgva tíð, sigur hann, so hóast partarnir standa langt frá hvørjum øðrum, hevur hann ikki heilt mist vónina.
Trupulleikarnir eru teir somu, sum teir altíð hava verið. Reiðararnir vilja hava nettosáttmála, har manningarnar eisini skulu rinda sín part av oljuni.
Men tað vilja manningarfeløgini ikki hoyra talan um.
Í formansfrágreiðing síni til aðalfundin beint fyri nýggjár, staðfestir Eyðstein Djurhuus, formaður í Skipara- og Navigatørfelagnum, at partarnir standa langt frá hvørjum øðrum og at teir standa við síni krøv.
Tó hevur Fiskimannafelagnð givið tilsøgn um at lækka býtið hjá lemmatrolarum 1-2% í eitt ár, upplýsti hann
Men hesum hava reiðararnir havnað.