Hetta verða tey í Kaldbak neyvan glað fyri

Í Kaldbak eru tey ótrygg, men Løgtingið gevur grønt ljós

Kaldbaksfólk eru ikki fegin um asfaltverkið á Sundi - og tey eru upp aftur meiri misnøgd við, at nú skal eitt nýtt asfaltverk gerast har

Í fleiri ár hevur eitt asfaltverk staðið á Sundi, og tað hava tey í Kaldbak ikki verið fegin um. Men kortini tekur Løgtingið nú stig til at at gera eitt nýtt asfaltverk á Sundi.

 

Tað eru fleiri orsøkir til, at tey harmast um asfaltverkið á Sundi. Tey siga, at tað hevur ein raman tjørulukt við sær, serliga tá ættin liggur beint yvir á bygdina. Harumframt stúra tey fyri, at roykurin úr skorsteinum er heilsuskaðiligur. Serliga hugsa tey um átlátið av bitumen. Tað er bindievni í asfaltinum, og illgruni er um, at tað kann verða krabbameinselvandi. Somuleiðis halda tey, at asfaltverkið misprýðir náttúruna á Kaldbaksfirði.

 

Men nú arbeiðir Landsverk fyri at byggja eitt nýtt asfaltverk á Sundi. Í hesum sambandi hevur landsstýrismaðurin, Uni Rasmussen, lagt uppskot fyri Løgtingið um at játta pengar til endamálið, og tað tekur fíggjarnevndin undir við. Men bæði samgongan og Sjálvstýrið vísa á, at Tórshavnar Býráð skal leingja leigusáttmálan við Landsverk um økið á Sundi, har Asfaltverkið skal verða, men tað hevur býráðið ikki gjørt enn.

 

Men tey í samgonguni og Sjálvstýri, ivast ikki í, at áðrenn leigumálið verður longt, fer býráðið at tryggja sær, at verkið lýkur allar settar umhvørvistreytir, og at tað tekur mest møgulig atlit til tey, sum búgva í Kaldbak.

 

Annars hevur Landsverk upplýst fyri teimum, at asfaltverkið lýkur øll umhvørviskrøv, og at tað nýggja verkið dálkar minni enn tað gamla verkið, og at eingi kemisk evni, ella bitlar, koma úr skorsteinunum. Tað er bara dampur, sum kemur úr skorsteininum.

 

Tey í andstøðuni hava eina aðra hugsan. Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn taka undir við, at asfaltverkini verða endurskoðað. Men tey halda, at spurningurin um seta asfaltverkið aftur á Sundi má má kannast gjølligari.

 

Tey staðfesta, at hóast tað er upplýst, at asfaltverkið lýkur øll umhvørviskrøv, eru fólk í Kaldbak ótrygg. Tí halda tey, at royndir eiga at verða gjørdar at finna eina aðra staðseting, sum ikki er til so stóran ampa fyri fólk, men annars taka tey eisini undir við uppskotinum.

 

Kaldbaksfólk eru ikki fegin um asfaltverkið á Sundi - og tey eru upp aftur meiri misnøgd við, at nú skal eitt nýtt asfaltverk gerast har