Í samband við, at Dennis Holm, landsstýrismaður í samferðslumálum, í morgun hevur lagt fram eina nýggja prísskipan fyri Strandfaraskip Landsins, sum eitt nú ger tað bíligari hjá teimum lokalu at ferðast, meðan tað verður dýrari fyri onnur – og tá serliga fyri útlendingar – hava vit spurt borgarstjóran í Vágs kommunu, hvat hetta ítøkiliga merkir fyri ferðing til og úr Suðuroy.
- Vit eru ein familja á fýra, har tvey børn eru millum 7 og 15 ár, og vit koma at spara 115 krónur um Suðuroyarfjørð við bili. Okkara ferðaseðlaprísur fer eftir nýggju skipanini úr 385 og niður í 270 krónur.
Bjarni Johansen vísir á, at bilur við førara í dag kostar 225 krónur.
- Tá eg fari við Smyrli við bili eftir nýggju prísskipanini, fari eg at rinda 150 krónur. Hinvegin fer prísurin hjá einum útlendingi við bili úr 225 og upp í 250 krónur.
Hann sigur, at ein útlendingur, sum í dag rindar 80 krónur fyri ferðaseðilin um Suðuroyarfjørð, eftir ársskiftið fer at rinda 180. Tað merkir, sigur borgarstjórin, at prísurin hjá einum útlendskum ferðandi um Suðuroyarfjørð hækkar 100 krónur.
- Hinvegin fer mín ferðaseðlaprísur úr 80 og niður í 60 krónur.
Bjarni Johansen vísir á, at prísurin fyri føroyingar, men ikki fastbúgvandi í Suðuroy, verður dýrari.
- Tín prísur, sum kemur norðaneftir, hækkar úr 80 upp í 120 krónur fyri ein ferðaseðil, og prísurin fyri tín bil, sum eisini kemur norðaneftir, fer úr 225 kónum upp í 250. Haraftrat hækkar prísurin fyri hvørt barnið hjá tær millum 7 og 15 ár, úr 40 og upp í 60 krónur.
Hetta merkir, sigur Bjarni Johansen, at ein føroysk familja við bili og tveimum børnum nú kemur at rinda 105 krónur meira fyri túrin til Suðuroyar – ella úr 385, sum prísurin er nú og upp í 490 krónur.
Borgarstjórin í Vágs kommunu sigur, at prísbroytingin sjálvsagt kemur væl við hjá fastbúgvandi í Suðuroy, men spurningurin er, um prísøkingin fyri aðrar føroyingar – og serliga fyri útlendingar – kemur at gera, at Suðuroyggin fær færri vitjandi.
- Um so verður, kann hetta sjálvsagt koma at ganga út yvir handilslívið, matstovu-og gistingarvirksemi í Suðuroynni, sigur Bjarni Johansen.