Hetta verður deyðadómurin yvir Suðuroyartunlinum

Henrik Old ávarar løgtingið ímóti at taka undir við einum uppskoti frá Tjóðveldi - Høgni Hoydal er púra ósamdur

Løgtingið viðger í løtuni eitt uppskot frá Tjóðveldi um at avtaka ríkisveitingina úr Danmark. Eftir uppskotinum skal hon avtakast so líðandi, so at hon skal vera heilt burtur í seinasta lagi 2030.

 

Men hesum ávarar Henrik Old, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, staðiliga ímóti. Hann er nevniliga sannførdur um, at verður uppskotið samtykt, verður tað endin á dreyminum um at fáa ein Suðuroyartunnil.

 

Hann sigur, at royndirnar frá Eyturoyartunlinum og Sandoyartunlinum eru, at lánveitararnir leggja heilt ómetaliga stóran dent á, at lántakarin hevur trygg, fíggjarlig viðurskifti. Eg ivist í, um fólk yvirhøvur geva sær far um, hvussu grundiga lánveitararnir fóru til verka fyri at kanna hesi viðurskiftini. Serligaa tí at talan er um eitt lítið samfelag sum skal taka eitt stórt lán.

 

Inntøkurnar hjá føroyska samfelagnum er ógvuliga óstøðugt, tí fiskiskapurin er so skiftandi. Hinvegin hava vit eina trygga inntøku av ríkisveitingini upp á slakar 650 milliónir um árið.

 

Endamálið er, at Suðuroyartunnilin skal vera liðugur í 2030, men tað ivast Henrik Old í, tí tað er komið so stutt áleiðis við fyrireikingunum. Men hetta merkir, at tá ið tunnilin verður liðugur, hevur føroyska samfelagið mist eina fasta inntøku upp á 650 milliónir um árið.

 

So verður uppskotið frá Tjóðveldi samtykt, fer tað at skjóta Suðuroyartunnilin langt út í rúmdina og hann kemur aldrin aftur, sum Henrik Old málbar seg.

 

Hesum var Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi grundleggjandi ósamdur í. Hann minti á, at í 2002 varð ríkisveitingin skerd 367 milliónir, ella ein triðing. Men síðani tá hava vit gjørt bæði Vágatunnilin, Norðoyatunnilin, Esturoyartunnilin, Sandoyartunnilin, Hovstunnilin, Hvalbiartunnilin – og nýggjan Smyril. So hvussu í Guds garði kann Henrik Old koma til hasa niðurstøðuna, spurdi Høgni Hoydal.