Hetta verður ein kollvelting

- Broytingin, sum nú stendur fyri framman, kann ikki samanberast við tær undanfarnu, sum eg helt vera góðar, sigur Lilian Clementsen.

Hvør er kenslan, nú Sandoyartunnilin letur upp alment hósdagin?

 

- Kenslan er so sera góð. Við fasta sambandinum fáa vit nýggjar møguleikar at virka og búleikast her.

 

Tað sigur Lilian Clementsen á Sandi.

 

- Okkara friðsæla oyggj er fyri onnur eitt summarparadís, sum tú vitjar í góðveðrinum ein summardag. Fyri okkum, sum dagliga hava okkara yrki og bústað her, verður hetta einki minni enn ein kollvelting.

 

Hvønn týdning heldur tú, at tunnilin fer at fáa fyri Sandoynna?

 

- Tað er trupult at siga, hvussu hetta fer at broyta Sandoynna, nú vit fara at kunna koyra aftur og fram – júst, tá vit hava hug til tess. Eg rokni tó við, at vinnulívið í oynni fer at fáa tað lættari.

 

Sært tú nakrar vansar við fasta sambandinum, sum nú verður?

 

- Vit skulu ikki vera alt ov bláoygd og siga, at alt verður betur. Tað kann hugsast, at tænastur, sum vit hava nú, fara at hvørva og verða framyvir nøktaðar úr Havn. Eg vænti tó, at vit eftir stuttari tíð hava vant okkum við tað eisini.

 

Fert tú at sakna gomlu farleiðina við Teistanum um Skopunarfjørð?

 

- Eg havi búð í Havnini í sjey ár og ferðaðist tá suður so at siga hvørt vikuskifti. Fyrst var tað Ritan og onkuntíð Pride, seinni kom Tróndur, Teistin og Gamlarætt.

 

Lilian Clementsen ásannar, at hon helt allar hesar broytingar vera óføra góðar.

 

- Men, broytingin, sum nú stendur fyri framman, kann ikki samanberast við undanfarnu. Nei, eg fari ikki at sakna Skopunarfjørð, leggur hon aftrat.