Hetta verður mín fjórða sólarmyrking

Um eina viku verða vit óivað mong, sum standa og kaga upp í himmalin, og bíða inntil alt verður myrkt. Hetta er dagurin tá fulla sólarmyrkingin skal verða, og fólk koma úr øllum heiminum at síggja óvanligu hendingina. Hjá Annette Lambert Gaardlykke verður hetta fjórðu ferð í hennara 51 árum, at hon stendur vónrík soleiðis og hyggur at sólini

Um eina viku verða vit óivað mong, sum standa og kaga upp í himmalin, og bíða inntil alt verður myrkt. Hetta er dagurin tá fulla sólarmyrkingin skal verða, og fólk koma úr øllum heiminum at síggja óvanligu hendingina. Hjá Annette Lambert Gaardlykke verður hetta fjórðu ferð í hennara 51 árum, at hon stendur vónrík soleiðis og hyggur at sólini.

 

Væntaði heimsins undirgang

Hon minnist aftur á ta fyrstu sólarmyrkingina, sum hon upplivdi, bert nýggju ára gomul í Rhode Island, har hon búði fyrstu barnaár síni.

 

-Tá vóru ongar brillur til keyps, sum vit kundu lata okkum í at hyggja at hendingini. Tí brúktu vit negativar frá filmi, sum man brúkar til myndatól, og hildu tað fyri eyguni fyri at kunna hyggja upp í himmilin at sólini, sigur hon

 

-Pápi mín var ordiliga spentur og hevði tosað nógv um sólarmyrkingina, sum nú fór at henda. Eg minnist tó at eg varð eitt sindur skuffað, tí pápi gjørdi so nógv burtur úr tí, og tað vardi so stutt. Tað bleiv ikki bølmyrkt, men kann samanlíknast við ein regnveðursdag. Tað var ein svartur blettur við sólina, sum bleiv størri og størri, og so bleiv sólin størri og størri aftur. Man sá kantin av sólini runt um ta svørtu strikuna, og tað var ótrúliga vakurt, sigur Annette Gaardlykke.

 

- Eg minnist at eg væntaði okkurt stórt. Næstan sum var tað heimsins undirgangur, tá pápi, beiggi mín og øll hini í grannalagnum stóðu úti við filmnegativinum og hugdu upp, minnist hon.

 

Nakað serligt tá sólin verður svørt

Tá Annette Gardlykke var 14 ár flutti hon til Kalifornia at búgva. Stutt eftir tað upplivdi hon sólarmyrking fyri aðru ferð í lívi sínum, og hesuferð visti hon betri hvat væntanst kundi av upplivingini. Tað var onki serligt gjørt burturúr hendingini tá, greiðir hon frá. 

 

-Tá høvdu vit papp-brillurnar at hyggja at sólarmyrkingini við. Vit hugdu upp og bíðaðu. Eg minnist at tað bleiv myrkari og myrkari í Kalifornia, har sólin altíð skínur. Tað er nakað serligt at síggja at sólin verður svørt! Síðani var meginparturin av sólini dekkaður og bara kantirnir sum gløddu. Og so kom sólin aftur. Tað gekk ikki skjótt fyri seg men heldur ikki so seint, sigur hon.

 

Sonurin gleddi seg

Triðju ferð at Annette upplivdi eina sólarmyrking var hon í 30inum. Elsti sonur hennara var eini fýra ella fimm ár, minnist hon, og tá líktist hendingin nógv tí fyrstu, men nú var tað Annette, sum gjørdi burturúr fyri barni sínum.

 

-Tá var líka sum tá eg var lítil, og eg gjørdi meir burtur úr enn eg behøvdist, flennir hon.

 

Eg eri heppin

- Hóast sólarmyrkingar ikki eru óvanligar, so havi ongantíð vitað at folk renna runt heimin fyri at uppliva tær. Nústani síggi eg veruliga at eg eri ordiliga heldig at hava upplivað hetta so ofta, sigur hon.