Hetta verður skilið alla vikuna

Tað verður ikki hesar fyrstu dagarnar, at vetrarklæðini kunnu leggjast til viks

– Tað verður ikki fyrr enn í næstu viku, at kunnu gera okkum vónir um lýggjari luft.

 

Hesar seinastu dagarnar hevur tað verið rættiliga kalt og nógvur kavi.

 

Og Jeanne Mangerel, veðurfrøðingur á Veðurstovuni, sigur, at hetta er meiri ella minni veðrið, vit skulu fyrireika okkum upp á alla vikuna.

 

Hann hevur verið høgur í ættini, og tað heldur fram hesar næstu dagarnar og tað sendur kalda luft inn yvir Føroyar.

 

Tí skulu vit fyrireika okkum upp á kavaveður, í hvussu so er restina av vikuna, Og tað verður við kava, og kavaælingi, kanska við vátakava, ella regni inn ímillum sum vikan líður, ella fyrst í næstu viku.

 

Men tað verður framvegis kalt, niður í trý kuldastig allar dagarnar hesa vikuna.

 

Tá ið hyggja fleiri dagar fram, verða veðurforsagnirnar óvissar, men hon sigur, at eitt lágtrýst er á veg inn yvir bretsku oyggjarnar og sum dagarnir ganga, er væntandi við eitt sindur lýggjari luft.

 

Men tað verður helst ikki fyrr enn vikuskiftið fer at halla, ella fyrst í næstu viku.

 

Men samstundis endurtekur hon, at tess longri, hugt verður framm, tess óvissari verða forsagnirnar.

 

Annars sær veðurforsøgnin soleiðis út, at í dag verður hann útnyrðingur upp í skrið, 13 til 18 metrar um sekundið við hørðum hvirlum - og tað verður samdrigið og kavi, ella kavaælingar, tað mesta av tíðini.

 

Í kvøld minkar vindurin aftur, og í nátt verður eitt frískt lot, upp í frískan vind, 5 til 10 metrar um sekundið.

 

Tað verður klárari í nátt og longri millum ælini.

 

Í morgin verður frískt lot, ella frískur vindur, 5 til 10 metrar um sekundið av norði og landnyrðingi, og hósnáttina veksur hann vindin, upp í 8 til 13 metrar um sekundið. Tað verður kavaælingar og fyrrapartin í morgin verða kanska nakrir sólglottar, ella kanska ennta sól.

 

Men annars verður skýggjað og í annaðkvøld fer aftur at kava.

 

Hósdagin verður frískur vindur upp í ein strúk, 8 til 13 metrar um sekundið, í støðum upp í hvassan vind, 15 metrar.

 

Fyri tað mesta skýggjað og í støðum vátakavi ella regn eina løtu.

 

Fríggjadagin verður frískur vindur upp í hvassan vind, 8 til 15 metrar um sekundið av landnyrðingi, smáskýggjað, ella samdrigið, og ælingar við kava ella vátakava.

 

Leygardagin verður eisini frískur vindur upp í hvassan vind, 8 til 15 metrar um sekundið av landnyrðingi, og seinni av norði.

 

Tað verður smáskýggjað, ella samdrigið, við einstøkum kavaælum.

 

Sunnudagur: Verður frískt lot til frískan vind, 5 til 10 metrar um sekundið av norði. Tað verður smáskýggjað, ella samdrigið, við kava ella kavaælingum.